Tíðindi

06. feb 2026

Kommunustýrisfundur 29.01.2026

 

 
Kommunustýrisfundur  29.01.2026, kl. 17:00 - 18:00

Møtt: Hans Anders Jacobsen, Artur Johansen, Sonni Johansen, Noomi K. Rasmussen, Jóhan H. Funn, 
Sandra L. Østerø og Drós Ellingsgaard

Skrivari: Anna E. Joensen

Mál nr.: 541-13-2025, Sjk., broyting í byggisamtykt fyri vinnuøkið Innan Glyvur
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Byggisamtyktin fyri vinnuøkið avmarkar bygningar hægri enn 8,5m. Ynski er tí um at broyta byggisamtyktina fyri økið, so at loyvi verður at byggja hægri. 

Uppskot er um at broyta byggisamtyktina fyri §4. 1 øki C punkt d til: 
Einki hús ella einstakir partar teirra mugu vera hægri enn 12 m yvir planeringshædd og natúrligt uppruna lendi.

Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til at broyta byggisamtyktina. Lagt fyri kommunustýrið.
 
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini og broyta byggisamtyktini fyri §4. 1 øki C, punkt d, til: Einki hús ella einstakir partar teirra mugu vera hægri enn 12 m yvir planeringshædd og natúrligt uppruna lendi.


Mál til umrøðu:

Mál nr.: 540-6-2025, Sjk., umhvørvisætlan
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Uppskot til umhvørvisætlan er send kommunustýrinum og umsitingini. Enn eru ongar viðmerkingar komnar til uppskotið. Málið verður umrøtt á fundinum.
Avgerð: Umrøtt

Mál nr.: 328-4-2022, Sjk., ítróttarhøll á Strondum
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Umrøða av málinum


Mál nr.: 103-2-2026, Barna- og ungdómstannrøkt
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Kunning. 
Avtalan, sum kommunan hevur við Tannfegin á Skála, gongur út 1. august. Vísandi til §10, stk. 2, skal avtalan, sum er galdandi í fimm ár, endurskoðast fyri fimm ár afturat. Fíggjarnevndin mælir til at halda fram við verandi avtalu.
Avgerð: Heita á Tannfegin um at leingja avtaluna um barna- og ungdómstannrøk

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
04. mai 2026
Kommunustýrisfundur 30.04.2026
27. apr 2026
Kommunustýrisfundur 30. mars 2026
27. feb 2026
Kommunustýrisfundur 26.02.2026
06. feb 2026
Kommunustýrisfundur 29.01.2026
19. des 2025
Kommunustýrisfundur 18.12.2025
26. nov 2025
Kommunustýrisfundur 24.11.2025
28. okt 2025
Kommunustýrisfundur 27.10.2025
26. sep 2025
Kommunustýrisfundur 25.09.2025

Send boð til Sjóvar kommunu