Bygdahús

Bygdahúsið á Strondum er væl egnað til veitslur og onnur tiltøk. Bygdahúsið varð tikið í brúk fyrst í áttatiárinum.

Bygdahúsið varð tikið í brúk fyrst í áttatiárinum. Í 1996 keypti Sjóvar kommuna húsið og gjørdi ymsar umvælingar.

Húsið verður nógv brúkt til ymisk tiltøk og er væl egnað til veitslur.

Ynskir tú at leiga húsið, skalt tú ringja til Bárður Danielsen, á telefon 232725 ella senda ein teldupost til: bardur@sjovar.fo - um tú trýstir á leinkjuna "Kalendari fyri bygdahúsið" niðanfyri, sært tú hvussu bygdahúsið er útleigað næstu tvey árini.

Kalendari fyri bygdahúsið

Bygdahúsið hevur fleiri ymisk høli, sum kunnu leigast fyri ein sámiligan kostna. Um tú trýstir á leinkjuna "Leiguprísir fyri bygdahúsið" niðanfyri, sært tú ymisku leiguprísirnar fyri leigu av hølum í bygdahúsinum.

Leiguprísir fyri bygdahúsið

Niðanfyri síggjast myndir av bygdahúsinum.

Send boð til Sjóvar kommunu