Tíðindi
Kommunustýrisfundur 28.05.2026
Kommunustýrisfundur 28. mai 2026
Møtt: Hans Anders Jacobsen, Artur Johansen, Sonni Johansen, Noomi K. Rasmussen, Jóhan H. Funn og
Sandra L. Østerø
Umframt: Julia Kass
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-19:00
Mál nr.: Ikki mál, ársroknskapur hjá Sjovar kommunu fyri 2025
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fíggjarnevndin leggur ársroknskap og granskoðanarprotokol fyri 2025 fram til góðkenningar.
Avgerð: Fíggjarleiðarin legði ársroknskapin og granskoðarapotokollina fram. Gjøgnumgingið og góðkent.
Julia fór av fundinum kl. 18:00
Mál nr.: Ikki mál, ársroknskapur hjá Roðanum
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Ársroknskapur hjá Roðanum til góðkenningar.
Avgerð: Góðkent
Mál nr.: 104-3-2026, Broyting í kommunustýrisskipan
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Í samband við, at kommunustýrið ætlar at taka nevndir av, verður broytingaruppskot fyri kommunustýrisskipanina lagt fyri kommunustýrið. Uppskotið skal samtykkjast á tveimum kommunustýrisfundum.
Avgerð: Samtykt við fyrstu viðgerð við fimm atkvøðum fyri og einari blankari. Artur, Jóhan, Hans Anders, Sandra og Sonni atkvøddu fyri, Noomi atkvøddi blankt. Onnur viðgerð verður 18. juni.
Mál nr.: 320-1-2026 Stuðul til asfaltering niðanfyri Missiónshúsið
Reist av: Missiónshúsinum á Strondum
Málslýsing: Missiónshúsið søkir stuðul til at asfaltera økið niðanfyri missiónshúsið. T&B Nevndin mælir til at játta kr 80.000, við ynski um at fáa brúksrætt til parkeringsøkið í skúlatíð. Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini. Peningur er tøkur á RS-671. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at veita 80.000 kr. í stuðli, við ynski um, at kommunan fær brúksrætt til parkeringsøkið í skúlatíð.
Mál nr.: 542-15-2026 Vakstrartunnil við hondbóltsvøllin
Reist av: Rebekku L. Østerø
Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til vakstrartunnil á matr. 79a (við hondbóltsvøllin) Byggisamtyktin samsvarar ikki heilt við umsóknina.
Tilmæli frá teknisku umsiting er til viðgerðar.
Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til at geva frávik til geva byggiloyvi, við tí treyt, at tunnilin verður tikin niður, um annað skal byggjast á økinum. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at geva frávik í byggisamtyktini, so tunnilin kann byggjast á økið. Viðmerking frá Noomi: Tað er umráðandi at fáa at vita, hvussu felagið er skipað, áðrenn byggiloyvi verður givið.
Mál nr.: 541-12-2025, Sjk., broyta byggisamtykt til deiling av sethúsum millum hæddir
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Svar er komið frá Orkumálaráðnum um broyting í byggisamtyktini um broyting av §3. Umsóknin er ikki gingin á møti, við tí grundgeving, at ætlaða orðingin ikki er í samsvar við aðra lóggávu. Málið má tí takast uppaftur til viðgerðar. Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til at strika §3, nr. 1, b. í almennu byggisamtyktini. “Bert ein sjálvstøðugur bústaður kann vera á hvørjum matrikkulnummari” Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at taka undir við uppskotinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini. §3, ásetingar fyri B-øki, sethús, nr. 1, b) í almennu byggisamtyktini. Orðingin “Bert ein sjálvstøðugur bústaður kann vera á hvørjum matrikkulnummari” verður strikaður.