SØVN OG LIST

Sjóvar fornminnafelag

Sjóvar fornminnafelag varð stovnað á vári 2009.

Í januar 2013 keypti fornminnafelagið gamla turkihúsið í Heygsstøð. Síðani hava tey eisini keypt sethúsini, sum eru samanbygd við turkihúsið. Í sethúsunum er eisini søguligi handilin á Høvdanum. Turkihúsið og handilin eru innrættað sum fornminnasøvn, og í kjallaranum er undir handlinum er hugnaliga Café Bella, sum er opin tá savnið er opið, og annars kann leigast til onnur tiltøk.

Savnið hevur fasta upplatingartíð um summari, og annars ber til at vitja savnið eftir avtalu við Malenu Thomsen, tlf.nr.: 227850

Kostnaður:

  • Atgongugjaldið fyri vaksin er 50 kr. pr. persón
  • 300 kr. um tit ynskja rundvísing.
  • Børn undir 14 ár sleppa inn ókeypis – og bara saman við vaksnum.

Facebooksíðan hjá fornminnafelagnum

Adressa:
Heygsstøð 4
490 Strendur

Forkvinna, Malena Thomsen, tlf. nr. 227850

Send boð til Sjóvar kommunu