Burturkast

Ruskplássið á Hulki

Kommunustýrið fyri Sjóvar kommunu hevur gjørt av, at frá 11. nov 2002 skal bingjuplássið á Hulki verða mannað.

Kommunan hevur sett Jan Abrahamsen í starv 10 tímar um vikuna, at taka sær av ruskplássinum.

Opið er hesar tíðir

Mánadag kl.18.00 - 20.00
Mikudag kl. 18.00 - 20.00
Hósdag kl. 18.00 - 20.00
Leygardag kl. 14.00 - 18.00

Endurnýtsla
Á økinum við ruskplássið á Hulki er ein bingja til lutir, sum er ætlað Bláa Krossi til endurnýtslu.

Gras og greinar
Gras og greinar skulu burturbeinast í grótbrotinum vestan fyri tangan.

Send boð til Sjóvar kommunu