Svartatalva
Kunngerð um framløgu av broyting í byggisamtykt
Broyting í byggisamtykt í Kolbeinagjógv
Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til broyting í byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu verður lagt fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá hósdegnum 20. novembur 2025 til hósdagin 11. desembur 2025.
Broyting í byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu:
Økið við sandin í Kolbeinagjógv er ætlanin at broyta soleiðis, at øki D (neystaøki) verður víðka suðureftir á matrikkul 245,við umleið 220m2 (sí kort)
Endamálið við broytingini er, at geva møguleika at møguleika at byggja neyst á størri øki enn tað er í dag.
Møguligar viðmerkingar ella mótmæli, sum skulu vera skrivlig, verða at senda til:
Sjóvar kommunu
Skúlavegur 10
490 Strendur
ella: sjk@sjovar.fo í seinasta lagi hósdagin 8. januar 2026
Broyting í almennu byggisamtyktini §3 stk 1 punkt b
Kunngerð um framløgu av broyting í byggisamtykt
Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til broyting í byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu verður lagt fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá fríggjadegnum 5. desembur 2025 til fríggjadagin 2. januar 2026.
Broyting í byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu:
Í almennu byggisamtyktini §3, stk 1., punkt b, stendur:
"Bert ein sjálvstøðugur bústaður kann vera á hvørjum matrikkulnummari".
Hendan orðingin gevur avbjóðingar fyri tey, sum ynskja at deila hæddir á sethúsum í tveir matriklar.
Uppskot er tí um at broyta tekstin til niðanfyristandandi.
" § 3. Stk 1, punkt b “Treyt fyri sundurbýti av matriklum í tveir ella fleiri matriklar til íbúðarlíknandi bygging, er, at hesir verða skipaðir í eigarafelag til umsiting av felagsatlitlum s.s. uttandura viðlíkahaldi og skilhaldi, og at vera eigarana umboð viðvíkjandi hesum atlitum mótvegis viðkomandi mynduleikum. Viðtøkur eigarfelagsins skulu fyriliggja góðkendar av byggimyndugleikanum áðrenn byggiloyvi kann útskrivast."
Møguligar viðmerkingar ella mótmæli um broyting av §3 stk 1, bunkt B, sum skulu vera skrivlig, verða at senda til:
Sjóvar kommunu
Skúlavegur 10
490 Strendur
ella: sjk@sjovar.fo í seinasta lagi fríggjadagin 23. januar 2026
Broyting í almennu byggisamtyktini
Broyting í almennu byggisamtyktini §3 stk 1 punkt b
Kunngerð um framløgu av broyting í byggisamtykt
Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til broyting í byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu verður lagt fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá mánadegnum 22. desembur 2025 til fríggjadagin 16. januar 2026.
Broyting í byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu:
Byggisamtyktin á matr 123 á Selatrað verður broytt frá økið F (Almenn frítíðarøki) til C (Vinnuøkið)
Grundin til broytingina er at eigarnir av matrikkul 123, hava ynski um at hava vinnuvirkser´mið á økinum.
Møguligar viðmerkingar ella mótmæli um broyting av §3 stk 1, bunkt B, sum skulu vera skrivlig, verða at senda til:
Sjóvar kommunu
Skúlavegur 10
490 Strendur
ella: sjk@sjovar.fo í seinasta lagi fríggjadagin 06. februar 2026