Stranda Musikkskúli

Stranda Musikkskúli
Nú nýtt skúlaár er byrjað, verður aftur møguleiki hjá børnum og ungum í Sjóvar kommunu í aldrinum 6-25 ár at melda seg til at leika á ymisk ljóðføri í Stranda musikkskúla.
Spælast kann á hesi ljóðføri:
- Tvørfloyta
- Klarinett
- Guitar
- Klaver/orgul
Tey, sum hava verið knýtt at Stranda musikkskúla seinasta skúlaár, eru sjálvvirkandi tilmeldað og hava fyrsta rætt til tey pláss, sum eru í skipanini.
Um eingi tøk pláss eru til valda ljóðførið, kemur umsøkjarin á bíðilista til fyrstvalda ljóðførið. Bíðilisti er longu nú til ávís ljóðføri.
Í Stranda musikkskúla fær hvør næmingur undirvísing í 9 mánaðir frá fyrst í september til síðst í mai. Undirvíst verður í skúlatíðini eina ferð um vikuna einar 20 – 30 minuttir. Tá tað bert verður undirvíst eina ferð um vikuna, krevur hetta, at næmingurin venur rættiliga nógv heima!
Kostnaður er 1.200 krónur um árið. Tit fáa rokning sendandi – frítíðarkortið kann nýtast at galda fyri musikkskúlan. Eisini kann næmingurin rokna við at skula gjalda fyri undirvísingartilfar – frítíðarkortið kann ikki nýtast til at gjalda fyri undirvísingartilfar.
Tað verður kravt, at næmingurin luttekur í tveimum almennum konsertum. Tann fyrra verður fyri jól og hin seinna einaferð í mai mánað.
Um barn tykkara ynskir at læra at leika á eitt ljóðføri, verða tit biðin um at útfylla "tilmeldingarblaðið til Stranda musikkskúla 2020-2021" og senda tað til bardur@sjovar.fo ella lata tað inn á kommunuskrivstovuni á Strondum. Kommunuskrivstovan er opin yrkadagar frá kl. 08.30-12.00. Uttanfyri hesar tíðir kann seðilin leggjast í postkassan hjá kommunuskrivstovuni.
Øll, sum melda seg til musikkskúlan innan fríggjadagin 4. september 2020, verða viðgjørd á jøvnum føti; tað vil siga, at tað er líka mikið, hvør meldar seg fyrst. Aftaná 4. september verða tilmeldingarnar skrásettar, so hvørt tær verða móttiknar.
Tilmeldingarblað til Stranda musikkskúla 2020-2021.pdf
Sí heimasíðuna hjá Føroya musikkskúla
Leiðari í Stranda musikkskúla er Bárður Danielsen
tlf. 23 27 25
teldupostur: bardur@sjovar.fo