Tíðindi
Kommunustýrisfundur 19.11.2026
Kommunustýrisfundur 19.11.2026
Møtt: Hans Anders Jacobsen, Artur Johansen, Noomi K. Rasmussen, Jóhan H. Funn, Sandra L. Østerø og
Drós Ellingsgaard
Umframt: Julia Kass, fíggjarleiðari
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-17.35
Mál nr.: 104-16-2026, integratiónssamskipari
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Uppskot um samstarv við Nes kommunu um integratiónssamskipara. Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við samstarvsavtalu við Nes kommunu. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at fara undir samstarv við Nes kommunu um integratiónssamskipara.
Borgarstjórin bað um at fáa mál nr. 211-2-2026 á skrá.
Mál nr.: 211-2-2026, eykajáttanir 2026
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fyrsta viðgerð. Fíggjarleiðarin mælir til hesar reguleringar:
Reguleringar av íløgum 2026 – 18/11-2026
Arbeiði at breiðka hulkavegin kostar meir enn tað sum er avsett í ætlanini fyri 2026.
Á fíggjarætlanini fyri 2026 bleiv bara avsett til at asfaltera vegin, tí mett var at arbeiðið at breiðka vegin kundi gerast liðugt í 2025.
Men arbeiðið bleiv meira umfatandi enn ætlað av fyrstan tíð, t.d. blivu øll kolakkrørini, sum lógu í vegnum, løgd av nýggjum og nýggj gøtuljós sett upp fram við vegnum, so at peningurin, sum skuldi brúkast til asfaltering, bleiv partvíst brúktur uppá meirkostnaðin.
Síðani er vegurin blivin asfalteraður, tað arbeiðið kostarði 1,1 mió. kr.
Mælt verður til at flyta 700 tkr. av Byggibúning RS-635 á RS-671 Vegir, íløgur
Meirútreiðslur til havnalagið á Hulki í 2026
Havnalagið á Hulki er gjørt klárt til víðari menning, millum annað er nógv grót brekka norðan fyri Vaðhorn, umframt, at kommunan hevur keypt avlopsgrót frá grundstykkjum
og lagt inni á Hulki, klárt til víðari útbyggingar.
Mælt verður til at flyta 500 tkr. av Bátahyljum RS-781 á RS-751 Havnin, íløgur
Avgerð: Fyrsta viðgerð. Samtykt sambært uppskoti frá fíggjarleiðaranum. Onnur viðgerð verður 17. desember.
Mál nr.: 211-3-2026, fíggjarætlan 2027
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Onnur viðgerð av fíggjarætlan fyri 2027.
Avgerð: Samtykt við aðru viðgerð.
Inntøkur 87.755.300
Útreiðslur 72.089.700
rentur/rentustuðul 4.375.800
Avlop 11.289.800
Íløgur 26.952.100
Hall 15.662.300
Sum verður fíggjað við lántøku
Avdráttir: 5.409.400
Skattaprosent 21,00
Barnafrádráttur 9.000
Skattaprosentið verður óbroytt og barnafrádrátturin økist við kr. 1.000,
úr kr. 8.000 upp í kr. 9.000.
Hallið á fíggjarætlanini verður fíggjað við lántøku