Vespur

Eingin myndasøvn

Vespur

Um summarið og tíðliga um heysti síggjast javnan vespur. Einstakar vespur koma av óvart inn í hús, tá tær leita eftir føði. Hesar vespur kunnu vera til ampa, men hetta er ein trupulleiki, tú sjálv/ur eigur at loysa.

Í handlunum fært tú ymisk evni og amboð til keyps, sum tú kanst týna vespur við.

Vespur duga væl at goyma býli móti vindi og veðri fyri lættliga at kunna verja tey. Eyðkend støð eru t.d. undir takúthangi, undir vaðingum, á loftum, í veggjum, millum skins og hold, í hjøllum og grótlaðingum.

Eru vespur í húsunum ella nærindis í heilum, kanst tú rokna við, at eitt býli er í nánd.

Er eitt vespubýli í økinum skal tú geva kommununi boð um hetta, har so kommunan tekur býlið.

Aloftast er lætt at finna býlið, tí kring býlið er ofta ein javnur meldur av vespum, sum flúgva til og frá.

Fyri at kommunan skal taka býlið, má tú kunna siga hvar býlið er, ella ávísa stað har vespur alla tíðina flúgva inn og út. 

Tá tú hevur staðfest, hvar vespubýlið er, kanst tú geva kommuni eini boð um vespurnar á tlf 232726

Send boð til Sjóvar kommunu