Byggiloyvi
Byggiloyvi
Í faldaranum "Vegleiðing áðrenn tú søkir byggiloyvi" eru dømi um tær tekningar, sum í minsta lagi skulu gerast saman við umsóknini og latast inn til byggimynduleikan hjá Sjóvar kommunu tá søkt verður um byggiloyvi.
Krøv til umsóknir
1. Farið kann ikki verða undir arbeiði, at grava út fyri grundstykki ella at byggja hús á verandi grundstykki, uttan skrivligt byggiloyvi.
2. Allar útstykkingar- og byggiumsóknir, her uppií umsóknir um at grava fyri grund til møguligar spreingingar, meiri týðandi broytingar, eitt nú at broyta skap og konstruktiónir, taka niður hús, vega-, kloakk- og frárenningararbeiði, skulu um kommunustýrið verða sendar byggifulltrúanum.
3. Umsókn skal vera skrivlig, og hjálagdar henni skulu vera tær tekningar og aðrar upplýsingar, ið neyðugar eru til greitt at skilja málið og til holla avgerð av tí umsøkta.
4. Allar tekningar, frágreiðingar, útrokningar o.t. fylgiskjøl hjá byggiumsókn skulu vera dagfest, hava matr. nr. á ognini og hann, ið uppsett tey hevur, skal skriva undir í høgra horni. Hesin hevur ábyrgd av, at tey eru fullgóð.
5. Byggifulltrúin kann skipa fyri, at stakprojektering saman við útrokningum skulu vera til taks og innsendar til góðkenningar, áðrenn farið verður undir bygging.
6. Umsóknir við tekningum, frágreiðingum og onnur fylgiskjøl skulu hava allar upplýsingar, sum neyðugar eru fyri greitt at skilja og fáa avgjørt tað, sum søkt er um.
7. Umsøkjarin hevur sjálvur ábyrgd av, at allar lógir verða fylgdar viðvíkjandi tí, ið søkt verður um, so sum krøv sambært bygningskunngerðini BK17 og frá Brunaumsjón Landsins, servituttir, byggisamtyktir v.m..
Sjóvar kommuna
Skúlavegur 10
490 Strendur
ella við telduposti á: sjk@sjovar.fo
Reglugerð fyri uppsetan av vindmyllum til húsbrúk
Kommunan hevur samsvarandi almennu heimildunum, ið fylgja býarskipanarlógini, sum byggivald rætt til at regulera uppseting av vindmylum til húsbrúk sum byggimál.
Eisini kann kommunan sum umhvørvismynduleiki regulera vindmyllur til húsbrúk fyri soleiðis at tryggja sær, at hesar virða tær umhvørvisreglur, ið kommunan sum umhvørvismynduleiki hevur ábyrgd av (sí serliga grein 8 í kunngerð nr. 53 frá 1994 um umhvørvisreglur.)
Farast kann ikki undir uppseting av vindmyllu, áðrenn skrivligt loyvi fyriliggur frá kommununi.
1. Vindmyllur til húsbrúk eru smáar vindmyllur, ið geva ískoytisorku til húsarhaldið, og sum ikki spenna meira enn 2,001 m í tvørmát
2. Áðrenn farið verður undir at seta upp vindmyllur, skal umsókn um byggiloyvi sendast kommununi. Umsóknin skal í minsta lagi fevna um:
Støðumynd (1:500) við mátum og plasering á grundøki og fjarstøðu til grannamørk og grannabygningar
Síðumyndir (1:100)
Tvørskurð (1:50) við øllum neyðugum mátum
Fundamentstekningar (1:50) og upplýsingar um mastratypu
Skjalprógv fyri, at mylla lýkur ásettu óljóðstreytir
Skjalprógv um, hvussu myllan er fest og skjalprógv fyri, hvussu nógvan vind myllan tolir
3. Krøv til einstøku myllurnar og mastur
Breidd: Veingjabreiði (diametur) kann í mesta lagi verða 2.00 m
Hædd: Mest loyvda hædd er 12,52 m, mált frá fundamenti til hægsta punkt á mylluni. Hæddin upp til lægsta punkt á veingjabreiði skal í minsta lagið verða 6 m
Frástøða: Til nærmastu grannahús skal í minsta lagi verða 15 m3, og í mun til grannamark skal frástøðan í minsta lagið verða 3 m. Myllan skal undir øllum umstøðum standa nærri húsi, ið fær orku frá myllini, enn grannahúsum. Øll mát eru í vatnrættari linju
Frástøðan til onnur almenn øki, so sum vegir, fríøki og annað, skal í minsta lagi vera 10m
Styrkin á mastrini skal vera so, at ikki er neyðugt við mastrarspenni og hongsl skulu vera so, at masturin kann leggjast niður tá ódnarveður er
Óljóðstreytir: Óljóð frá vindmylluni má ikki verða størri enn 404 dBa við eini vindmegi á 8 m/s. Mált á grannaognini
Onnur krøv: Sjálv vindmyllan skal ikki víkja avgerandi frá hæddini av øðrum konstruktiónum í umráðum. Vindmyllan skal hava eina yvirflatu, sum í minst møguligan mun reflekterar ljós, helst hvítan ella gráan lit.
4. Varnast kommunan, ella verður kommunan av øðrum gjørd varug við, at vinmyllan ikki lýkur ásetingarnar omanfyri, kann kommunan krevja at vindmyllan fyribils verður steðgað. Verða viðurskiftini ikki fingin í rættlag, kann kommunan krevja, at vindmyllan verður tikin niður.
5. Sjóvar kommuna kann undir ongum umstøðum ábyrgdast fyri skaða á persón ella ogn hjá øðrum, sum kann standast av vindmylluni.
Viðmerkingar:
1: Talan kann eisini verða um liggjandi vindmyllur
2: Ásetingin er eitt uppskot. Atlit eiga at verða tikin til tað fagurfrøðiliga, at konstruktiónin ikki stingur ov langt upp millum aðrar konstruktiónir, og nyttuvirðinum, at myllan helst skal standa frítt, fyri at geva so stórt av sær sum møguligt.
3: Frástøðan á 10 og 15 m eru uppskot, og eru eisini treytað av, hvussu nógv óljóð myllan gevur frá sær.
4: Tikið úr donsku ásetingum, stundum verður 45 dba brúkt.