Ítróttur
Í Sjóvar kommunu er fjøltáttað ítróttarlív til børn og vaksin
ÍTRÓTTUR
Skálafjarðar Judofelag bleiv stovna í 2010. Tað var Zvonko Mrdalo sum tók stigið at stovna eitt judofelag á Skálafjørðinum. Zvonko er føddur og uppvaksin í Kroatia, men kom sum 23 ára gamal til Føroya, har hann valdi at búseta seg.
Judo er vetrarítróttargrein - Venjingarnar plaga at byrja við skúlabyrjan í august og halda síðani fram til páskir.
Vant verður í fimleikarhøllini í Stranda skúla, og Zvonko Mrdalo er venjari.
Tlf.nr. 292606
11. oktober 1942 hevði Stranda ítróttarfelag stovnandi aðalfund í dansistovuni á Strondum.
Í gomlu viðtøkum felagsins er soleiðis skrivað um endamál felagsins:
Endamál felagsins er at íðka hondbólt og annan ítrótt. Felagið skal fremja góðan felagsskap limanna millum og virka fyri góðum felagsanda. Serliga skal felagið virka fyri at siðmenna ungdómin og menna hann ítróttarliga.
StÍF skipar fyri hondbólti fyri teimum heilt smáu og upp til vaksnamannadeildirnar.
Venjing og heimadystir eru í Ítróttarhøllini á Skála.
Heimasíðan hjá StÍF er: www.stif.fo
Stranda talvfelag bleiv stovna 16 august 2023
Talvfelagið heldur til í Stranda skúla.
Formaður felagsins er Petur Meinhard Magnussen
Ungmannafelagið Strálan varð stovnað 1989.
Strálan hevur bygt eitt kappróðrarneyst við bátahylin í Heygsstøð. Í kjallarahæddini standa kappróðrarbátarnir, á miðhæddini er venjingarhøli og á loftinum er køkur og felagshøli. Neystið varð tikið í nýtslu í 2021.
Venjingarhøli hevur nútímans venjingarútgerð, og umframt at verða til róðrarfólk at venja, ber eisini til hjá øllum áhugaðum at keypa sær lykil til venjingarhølið.
Í 1991 ognaði felagið sær fyrsta kappróðrarbátin, ið fekk navnið Strálan. Síðani 1991 er Strálan endurnýggja tvær ferðir, í 2004 og seinast í 2021. Umframt Stráluni eigur felagið tveir aðrar kappróðrabátar - seksmannafarðið Stjørnan (gamla Strálan, sum varð bygd í 2004) og fimmannafarið Strípan (bygd í 2005).
Seksmannafarið Strálan hevur verið føroyameistari 4 ferðir á mannfólkasíðuni, í 1991, 1992, 2000 og 2001.
Heimasíðan hjá felagnum: www.stralan.fo
Formaður í ungmannafelagnum Strálan er Anfinn Gærdum.