Tíðindi
Kommunustýrisfundur 27.08.2026
Kommunustýrisfundur 27.08.2026
Møtt: Artur Johansen, Sonni Johansen, Noomi K. Rasmussen, Jóhan H. Funn, Sandra L. Østerø og Drós Ellingsgaard
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-18:20
Mál nr.: 542-27-2026, umsókn um frávik í byggisamstykt
Reist av: Mariu Fagradal
Málslýsing: Umsókn um frávik í byggisamtyktini, matr. nr. 79bg. Søkt verður um meira frávik til vindfangið á matr. nr. 79bg. Tekniska umsiting hevur gjørt tilmæli til umsóknina. Tøkni- og vinnunevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá teknisku umsiting. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at taka undir við tilmælinum frá Tøkni- og vinnunevndini, og ganga umsóknini partvís á møti.
Mál nr.: 542-18-2026, umsókn um frávik byggisamtykt
Reist av: Róki Nilssen
Málslýsing: Søkt verður um frávik í byggisamtyktini í samband við, at ætlan er at byggja vindfang á sethús, matr. nr. 79ac. Tøkni- og vinnunevdin mælir til at fylgja tilmælinum frá teknisku umsiting. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at taka undir við tilmælinum frá Tøkni- og vinnunevndini og geva frávik í byggisamtyktini.
Mál nr.: 541-1-2026, Íbúðarverkætlanin á Lághálsar, matr. 234a
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Eitt tilboð er komið til íbúðarverkætlanina á Lághálsum. Tøkni- og vinnunevndin mælir til, at tikið verður av tilboðnum. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at taka av tilboðnum og fara undir samráðingar við tilboðsgevaran.
Mál nr.: 104-7-2026, velja nevndir av nýggjum
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Varafólk skal veljast til Trivnaðar- og umhvørvisnevndina, Tøkni- og vinnunevndina og Fíggjarnevndina.
Avgerð: Varafólk hjá Trivnaðar- og umhvørvisnevndini verður: Drós Ellingsgaard vald við fimm atkvøðum fyri og einari blankari.
Varafólk hjá Tøkni- og vinnunevndini verður: Artur Johansen valdur við fimm atkvøðum fyri og einari blankari.
Varafólk í fíggjarnevndini verður: Sonni Johansen valdur við fimm atkvøðum fyri og einari blankari.
Mál nr.: 104-12-2025, Strandatún 9
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Húsini í Strandatúni 9 eru í ringum standi og ein útreiðsla fyri kommununa. Tøkni- og vinnunevndin mælir til at taka húsið niður. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at taka undir við tilmælinum frá Tøkni- og vinnunevndini um at taka húsið niður.
Mál nr.: 211-2-2026, eykajáttanir 2026
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fyrsta viðgerð.
Eykajáttanir/reguleringar august.
Rakstur: 200 tkr. á RS-130. 50 tkr. RS-370, 350 tkr. á RS-380, 40 tkr. á RS-390, 6 tkr. RS-642, 50 tkr. á RS-650, 20 tkr. á RS-690. Íalt 716 tkr. at taka av tøkum peningi
Íløgur: 100 tkr. á RS-311, 1 mió kr. á RS-671. At taka av RS-625.
Fíggjarnevndin mælir til eykajáttanir sambært uppskoti. Lagt fyri kommunustýrið.
Eykajáttanir/reguleringar august 2026
Rakstur:
nr. 1, RS-130, Kommunuskrivstovan, 200.000
nr. 2, RS-370, Ungdómshús, 50.000
nr. 3, RS-380, Barnaansing, felags, 350.000
nr. 4, RS-390, Systkinaavsláttur, 40.000
nr. 5, RS-642, Minnisvarðar, 6.000
nr. 6, RS-650, Vatnveiting, 50.000
nr. 7, RS-690, Maskinamboð, 20.000
Rakstur íalt: 716.000 at fíggja við tøkum peningi
Íløgur:
nr. 8, RS-311, Lítlifløttur, 100.000
nr. 9, RS-635, Byggibúning, -1.100.000
nr. 10, RS-671, Vegir, 1.000.000
íløgur íalt: 0
Frágreiðing til eykajáttan/reguleringar fíggjarætlanina 2026
nr. 1) Fundarhølið er umvælt og nýggir møblar keyptir
nr. 2) Henda eykajáttanin er fyri tímalønir
nr. 3) Barnaverndarmál
nr. 4) Systkinaavsláttur, ov lítið avsett
nr. 5) Minnisvarðar, umvælingar
nr. 6) Vatnveiting, nógv viðlíkahald á reinsiverkunum
nr. 7) Maskinamboð, fleiri umvælingar á bilar
nr. 8) Lítlifløttur íløgur, eykajáttan til skúr
nr. 9) Byggibúning, regulerað av hesi konto
nr. 10) Vegir íløgur, játtan til Hulkavegin flutt frá 2025.
Avgerð: Samtykt við fyrstu viðgerð.
Mál nr.: 542-4-2025, goymslurúm til Frítíðarstovuna
Reist av: Lítlafløtti
Málslýsing: Goymslurúm skal gerast í Lítlafløtti. Nú er so nýtt uppskot og tilboð komið. T&V mælir til at gera skúrin. Fíggjarnevndin samtykt at taka undir tilmælinum frá T&V. Peningur er tøkur á RS-311. Lagt fyri kommunustýri
Avgerð: Samtykt at gera skúrin sambært tekningum. Peningur er tøkur á RS-311.
Mál nr.: 104-11-2026, víðarisøla av grundstykki
Reist av: Bjørn F. Mikladal
Málslýsing: Søkt verður um loyvi at seta ein eigara afturat á matr. nr. 379c. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at ganga umsóknini á møti.
Mál nr. 103-5-2026 verður viðgjørt fyri afturlatnum hurðum
Mál nr.: 103-5-2026, vaskifólk til Stranda skúla
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Ein umsókn er komin til starvið.
Avgerð: Umsøkjarin hevur tikið umsóknina aftur, tí verður málið tikið av skrá.