Dátuvernd

Vit taka tína dátuvernd í álvara, og hava tí samtykt hendan privatlívspolitikk, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar.

Privatlívspolitikkur hjá Sjóvar kommunu

Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Sjóvar kommunu at tryggja, at viðgerðin er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini og at tann skrásetti er kunnaður um hvat er skrásett um viðkomandi sambært ásetingunum í kap. 4 í dátuverndarlógini.

Vit taka tína dátuvernd í álvara, og hava tí samtykt hendan privatlívspolitikk, sum sigur tær,
hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar.

1. Vit eru dátuábyrgdari

Sjóvar kommuna er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónupplýsingum, ið vit hava móttikið um teg. Um tú hevur spurningar í sambandi við viðgerðina av persónupplýsingum, dátutrygd ella møguligum trygdarbroti, ert tú vælkomin at seta teg í samband við kommununa:

Sjóvar kommuna
Skúlavegur 10
490 Strendur
T-post: sjk@sjovar.fo 
Telefonnummar: +298 47 27 27

Á heimasíðuni www.sjovar.fo sæst nær skrivstovan er opin.

Um tú hevur spurningar til okkara viðgerð av tínum upplýsingum, ert tú eisini altíð vælkomin at seta teg í samband við okkara dátuverndarfólk:

  • Umvegis teldupost: Send teldupost til sjk@sjovar.fo, heitið á teldupostinum skal vera “Att. dátuverndarfólk”
  • Umvegis telefon: Tú kanst ringja til kommununa á telefon +298 472727
  • Umvegis bræv: Sjóvar kommuna, Skúlavegur 10, 490 Strendur, Att: dátuverndarfólk

2. Nær viðger Sjóvar kommuna persónupplýsingar um teg

Sjóvar kommuna viðger persónupplýsingar í sambandi við virksemi kommununnar, herundir tær uppgávur, sum vit sum kommuna hava skyldu at loysa og tær tænastur kommunan hevur skyldu ella hevur avgjørt at veita tær. Her er talan um nógvar ymiskar tænastur og er alt frá Børn & Ung, Mentan & Frítíð, Bygging og Eldrarøkt og øll onnur tilboð, tænastur og
skyldur, sum kommunan veitir borgarunum.

Tað kann verða, at kommunan hevur gjørt eina avtalu við teg, og tí er neyðugt hjá okkum at fáa persónupplýsingar um teg.

Eisini kann tað verða, at tú hevur sent kommununi ein fyrispurning, eina umsókn, eina klagu, ella eina starvsumsókn, o.s.fv. sum ger, at kommunan skal viðgera tað, tú sendir inn sum eitt mál og hetta ger, at tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar.

Kommunan kann eisini viðgera eitthvørt mál har tú ert ein partur av málinum, tá verða tínar persónupplýsingar eisini viðgjørdar.

3. Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónupplýsingum

Sjóvar kommuna skal veita borgarum allar lógarásettar tænastur og veitingar, og tí er tað neyðugt hjá kommununi at viðgera tínar persónupplýsingar.

Tí eru tað fleiri ymisk endamál fyri, at vit viðgera tínar persónupplýsingar:

  • Kommunan kann hava eina rættarliga skyldu yvirfyri tær, sum ger, at vit viðgera persónupplýsingar um teg.
  • Tað kunnu verða uppgávur, sum krevja viðgerð av tínum persónupplýsingum, sum er grunda á tað myndugleikaútinnan, sum kommunan hevur.
  • Vit kunnu eisini hava fingið samtykki frá tær til at viðgera tínar persónupplýsingar.

3.1 Heimildargrundarlagið fyri okkara viðgerð

Tað kunnu, sum víst omanfyri, verða ymsar persónupplýsingar, sum kommunan viðger og heimildargrundarlagið er eisini ymist.

  • Heimildin fyri viðgerðini av vanligum persónupplýsingum, sum fer fram, er í § 8, stk. 1, nr. 1-5 og heimildin fyri viðgerðini av viðkvomum persónupplýsingum er í § 12, stk. 1, nr. 1-4, og nr. 6-8, so stk. 2., umframt §11, stk. 2 í dátuverndarlógini.
  • Um vit innsavna og viðgera persónupplýsingar til hagfrøðilig endamál, er heimildin í tráð við ásetingina í §7 stk. 3 í dátuverndarlógini.

4. Sløg av persónupplýsingum

Vit viðgera hesi sløg av persónupplýsingum um teg:

  • Roknast skal við, at Sjóvar kommuna viðger bæði vanligar persónupplýsingar og viðkvæmar persónupplýsingar um borgarar, alt eftir hvat málið snýr seg um.

5. Móttakarar ella bólkar av móttakarum

Sjóvar kommuna gevur í útgangsstøðinum ikki persónupplýsingar víðari, sum kommunan hevur savnað í sambandi við ítøkiliga málsviðgerð.

Í ávísum førum er tað tó neyðugt fyri at halda skyldurnar í t.d. fyrisitingarlógini, ella lóg um alment innlit osv, at vit senda persónupplýsingar til annan myndugleika ella triðjapersón. Tað eru tá bert neyðugar upplýsingar, sum verða givnar víðari.

Harafturat nýta vit í summum førum dátuviðgerarar, sum hjálpa okkum við at viðgera tínar upplýsingar á góðan og tryggan hátt. Tað kann m.a. vera goymsla av persónupplýsingum, ella um vit fáa hjálp frá uttanhýsis ráðgevum til málsviðgerð.

6. Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í millumtjóðafelagsskapum

Sjóvar kommuna nýtir sum útgangsstøðið ikki veitarar ella dátuviðgerarar, sum halda til uttan fyri ES/EBS (triðjalond). Hetta kann tó koma fyri í einstøkum førum, so sum til sosialar miðlar har móttakarin er í USA.

Um so, er at vit flyta tínar upplýsingar út um ES/EBS, fara vit at tryggja okkum nøktandi heimildargrundarlag fyri flutninginum – hetta merkir, at vit tryggja okkum, at verndarstøðið av tínum upplýsingum er nøktandi.

6.1 Sjóvar kommuna brúkar Facebook

Sjóvar kommuna hevur eina Facebooksíðu, sum verður brúkt til kunning og ymsar lýsingar. Tú eigur at vera vitandi um, at Facebook savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá tú brúkar Facebooksíðuna hjá Sjóvar kommunu. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og Facebook brúkar hesar upplýsingarnar at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja.

Um tú sært tað, sum liggur á Facebook er tað helst tí tú hevur skrásett tín vanga á Facebook og hevur góðtikið politikkin hjá Facebook.

Her kanst tú lesa meira um cookiepolitik hjá Facebook.

7. Hvaðani persónupplýsingarnar stava

Sum áður nevnt, so heintar kommunan tínar persónupplýsingar, og fyri tað mesta eru tær beinleiðis frá tær, men tær kunnu eisini verða frá øðrum.

Í onkrum førum fær Sjóvar kommuna persónupplýsingar um teg um vit skulu viðgera eitt mál, sum tú á ein ella annan hátt ert ein partur av. Tá kunnu persónupplýsingarnar verða komnar frá øðrum almennum myndugleikum ella felagsskapum, sum til dømis frá TAKS, ella frá landsfólkayvirlitinum, ella frá tí, sum hevur lagt málið fram fyri kommununa.

Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani vit heinta upplýsingar um teg.

8. Tíðarskeiðið, sum persónupplýsingarnar verða goymdar

Sjóvar kommuna hevur skyldu at ansa eftir, at persónupplýsingar verða goymdar soleiðis, at tað ikki er gjørligt at eyðmerkja skrásetta longur enn neyðugt við atliti at endamálinum við viðgerðini.

Sum almennur myndugleiki skjalførir Sjóvar kommuna post, sum kemur inn og fer út. Í hesum sambandi fylgir Sjóvar kommuna galdandi leiðreglum fyri, hvussu leingi upplýsingarnar skulu goymast.

Sjóvar kommuna hevur sambært fyrisitingarlógini og skjalasavnslógi o.ø. skyldu at varðveita upplýsingar í málum. Mál hjá Sjóvar kommunu verða flutt á goymslu hjá Tjóðskjalasavninum sambært løgtingslóg um skjalasøvn. Tá ið upplýsingarnar eru goymdar á Tjóðskjalasavninum ella vrakaðar, hevur Sjóvar kommuna ikki longur atgongd til
upplýsingarnar.

Starvsumsóknir hjá teimum, sum ikki fingu starv hjá Sjóvar kommunu, verða burturbeindar eitt ár eftir, at Sjóvar kommuna tók avgerð í málinum.

9. Tíni rættindi

Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í samband við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi eru í kapittuli 4 í dátuverndarlógini. Rættindini í dátuverndarlógini eru lýst niðanfyri. Rættindini eru ikki treytaleys og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á møti.

Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar í brotið 1).

10. Rætturin til kunning í §§ 23-25

Tú hevur rætt til at fáa kunning um viðgerð av tínum persónupplýsingum.

11. Rætturin til innlit (§ 26)

Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.

12. Rætturin til rætting (§ 27)

Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.

13. Rætturin til striking (§ 28)

Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking. Rætturin er ikki treytaleysur, tí tað kunnu verða aðrar lóggávur, avtalur og ávís endamál sum áseta at kommunan skal framhaldandi varðveita og viðgera tínar persónupplýsingar.

14. Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)

Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir í útgangsstøðinum bert goyma persónupplýsingarnar.

15. Rætturin til dátuflutning (§ 31)

Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.

16. Rætturin til mótmæli (§ 32)

Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú kanst eisini mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring.

17. Rætturin at taka samtykki aftur

Skrásetti kann til eina og hvørja tíð taka samtykki aftur. Tekur skrásetti samtykki aftur, skal viðgerð, sum er grundað á samtykki, steðga. Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildi av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.

Tú kanst taka samtykki aftur við at venda tær til kommununa á sjk@sjovar.fo, ella á telefon +298 47 27 27.

18. Klaga til Dátueftirlitið

Tú kanst sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið um tú ert ónøgd/ur um viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Metir tú, at Sjóvar kommuna ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 15.00. Heimasíðan hjá Dátueftirlitinum er www.dat.fo.

-

Hesin privatlívspolitikkur er góðkendur av Sjóvar kommunustýrið, á fundi hin 28.03.2022

Send boð til Sjóvar kommunu