Pensjonistafelag
Pensionistafelagið varð stovnað 1986. Pensionistafelagið hevur eitt sera snotuligt og hugnaligt hús, sum varð tikið í nýtslu í 1992.

Pensjonistafelagið á Strondum
Pensjonistafelagið varð stovnað 1986.
Pensjonistafelagið hevur eitt sera snotuligt og hugnaligt hús, sum varð tikið í nýtslu í 1992, hetta hús verður nógv brúkt.
Mána- og mikukvøld kl. 19.30 er bingo í húsinum, og týs- og hósdagar kl. 15-18 er hugnaløta við kortspæli og binding.
Einaferð um árið verður farið útferð - hesar ferðir eru bæði innan- og uttanlands.
Tey hava eisini jólahugna og einaferð um árið ræstkjøtaveitslu.
Nevndin í pensjonistafelagnum er
Formaður og skrivari Petur Jákupsson
Næstforkvinna og kassameistari Sigrun Danielsen
Hini í nevndini eru:
Súsanna Nilssen
Marjun Danielsen
Jóhan Karl Djurhuus
Eykalimir:
Samson Johansen
Martin Rasmussen