Tíðindi

04. mai 2026

Kommunustýrisfundur 30.04.2026

 
Kommunustýrisfundur 30.04.2026
Møtt: Hans Anders Jacobsen, Artur Johansen, Sonni Johansen, Noomi K. Rasmussen, Jóhan H. Funn, 
Sandra L. Østerø og Drós Ellingsgaard
 
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-18:00

Mál nr.: ikki mál
Ársroknskapur hjá Roðanum til góðkenningar 
Málslýsing: Ársroknskapur hjá Roðanum til góðkenningar
Avgerð: Tikið av skránni

Mál nr.: 541-2-2026, broyting í byggisamtykt, matr. 109a
Reist av: Jan á Argjaboða 
Málslýsing: Eigararnir av matr. nr. 109a søkja um at fáa broytt byggisamtyktina fyri økið frá landbúnaðarøki til bústaðarøki. Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til at játta umsóknini. Tekniska umsiting arbeiðir víðari við málinum. Nevndin kunnar um málið á fundinum.
Avgerð: Samtykt at játta umsóknini um at broyta byggisamtyktina fyri matr. nr. 109a frá landbúnaðarøki til bústaðarøki.

Mál nr.: 328-4-2022, ítróttarhøll
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Tilboð er komi um at gera byggiskrá og projektering til ítróttarhøll. Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til at taka av tilboðnum. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at taka av tilboði uppá kr. 360.000 uttan mvg, svarandi til 0,9% av samlaða byggikostnaðinum, til at gera byggiskrá og projektering til ítróttarhøll.


Mál nr.: 541-5-2025, nýggj útstykking við Nónvarða
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Samtykt varð í februar at broyta byggisamtyktina fyri økið niðan fyri Nónvarða. Samtyktin hevur ligið frammi í seks vikur, og tá freistin at viðmerkja var farin, var eitt skriv komið frá borgarum í økinum, við áheitan um at gera broytingar í uppskotinum. Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir frá at gera fleiri broytingar í byggisamtyktini, grundað á, at tað er tikið hædd fyri, at grannarnir verða ávirkaðir minst møguligt av broytingini. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at taka undir við frámælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini um at gera fleiri broytingar í byggisamtytkini, grundað á hædd er tikin fyri, at grannarnir verða ávirkaðir minst møguligt av broytingini.

Mál nr.:  321-1-2026, umvælingar í skúlanum
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Mentanar- og frítíðarnevndin mælir til at fara í gongd við at umvæla tvær skúlastovur á miðhæddini í gamla skúla. Arbeiðið skal verða liðugt til skúlabyrjan í august.
Nevndin mælir eisini til at heildarætlan verður gjørd fyri Stranda skúla. Mælt verður til at kommunan fær ráðgeving til hesa uppgávu.
Kostnaðarmeting at umvæla tvær skúlastovur: Kr. 300.000, víst verður til konto RS-413. Málið lagt fyri fíggjarnevnd og kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at fara undir at umvæla tvær skúlastovur. Kostnaðarmetingin er kr. 300.000, víst verður til konto RS-413. Samtykt at taka undir við tilmælinum frá Mentanar- og frítíðarnevndini um at gera eina heildarætlan fyri umvæling og viðlíkahald í skúlanum.
 

Jóhan Funn fór av fundinum kl. 17:30 og luttók ikki í viðgerðini av máli nr. 103-1-2026.

Jóannes Markná, tiltakslimur, kom á fundin kl. 17:30

Mál nr.: 103-1-2026, byggifrøðingur til umsitingina
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Vit hava søkt eftir byggifrøðingi til umsitingina. Tá umsóknarfreistin var farin, vóru 11 umsóknir komnar inn. Setanarnevndin hevur havt samrøðu við teir tríggjar umsøkjararnar, sum mettir vóru at hava bestu førleikarnar til starvið. Setanarnevndin leggur tilmæli fyri kommunustýrið.
Avgerð: Setanarnevnin hevur mælir til at seta Jóhan H. Funn í starvið.
Atkvøðugreiðsla um at bjóða Jóhan H. Funn starvið: seks atkvøður fyri, Hans Anders Jacobsen, Drós Ellingsgaard, Sandra Østerø, Jóannes Markná, Sonni Johansen og Artur Johansen. Ein blonk atkvøða: Noomi Rasmussen, atkvøddi blankt, grundað á, at meirilutin atkvøðir fyri at seta ein kommunustýrislim í starv.

Samtykt at bjóða Jóhan H. Funn starvið.

 
 
 
 
 
 

 

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
26. jun 2026
Rynkeby á vitjan í Sjóvar kommunu
25. jun 2026
Vatnið er nú reint aftur
24. jun 2026
Team Rynkeby vitjar á Strondum
23. jun 2026
Kommunustýrisfundur 18.06.2026
23. jun 2026
Søkt verður eftir vaskifólki
22. jun 2026
90 ára føðingardagur
19. jun 2026
Ung í arbeiði 2026
19. jun 2026
Í næstu viku (viku 26) tømir reinsi­tænastan hjá IRF rottangar Innan Glyvur

Send boð til Sjóvar kommunu