Sjálvgreiðsla

Hvat geri eg?

Hvat geri eg tá eg flyti bústað?

Tá ein flytir bústað skal tað skrásetast hjá kommunini sum ein flytir til.

Flytur tú millum bústaðir í Føroyum, kanst tú gera tað á Vanganun

Flytir tú úr øðrum landi enn Norðanlandi, má tú koma á kommunuskrivstovuna, har tú skal útfylla eitt skjal.

Um ein ikki hevur føroyskan statsborgarskap, er neyðugt er at hava uppihaldsloyvi og arbeiðsloyvi við.  

Hvussu tilmeldi eg barni/børnini til barnaansing?

Í løtuni er eingin bíðilisti til at fáa pláss á dagstovni í Sjóvar kommunu.

Tá ein skal hava børn i dagstovn, skal ein tilmelda barni/børnini, við at rita inn á Vangan.fo

Meira kunning um dagstovnin Lítlaføtt, er at finna á heimasiðuni www.litliflottur.fo 

Hvussu tilmeldi eg barni/børnini til skúlan?

Er tú flutt til Sjóva kommunu, og skal tilmelda børn til skúlan, skal tú seta teg í samband við skúlan.  
strandaskuli@skulin.fo tlf 472730 

Hvørji frítíðarítriv kanna eg fara til í Sjóvar kommunu?

Á Strondum eru ymisk frítíðarítriv at fara til.  
Á hesi heimasíðuni er ivirlit ivir frítíðarítriv sum ein kann fara til í Sjóvar kommunu.

Hvat skal eg gera fyri at fáa grundstykki?

Tá kommunan hevur selt eitt grundstykki, er ein av treytunum, at innan tvey ár skal byggiarbeiðið verða byrjað og sethús skulu vera bygd á stykkinum innan trý ár.

Verður henda treyt ikki fylgd kann kommunan krevja, at stykkið fellur aftur til kommununa.

Vit hava ein bíðilista til hesi grundstykki, sum til ber at skriva seg á. 
Tá tú ynskir at koma á henda bíðilista, skalt tú senda okkum ein teldupost á sjk@sjovar.fo við hesum upplýsingum:

navni
føðingardegi
adressu
telefonnummari
teldupostadressu

Sí eisini heimasíðuna 

Hvat geri eg í samband við jarðarferðir?

Um ein avvarandi er deyður, skal boðast skal frá til gravaran, Olaf G Funderud tlf 23 27 26 
Kommunan hevur avtalu við Maggi Olsen um líkbil, har kommunan rindar fyri kostnaðin.  
Líkvognurin, Maggi Olsen tlf 225227 
Møguleiki er eisini at lána bygdahúsið í samband við ervi. Tað kann bíleggjast á tlf 232725 
Sí eisini faldara um jarðarferðir gjøgnum hesa leinkju 

Hvussu kann ein fáa frípláss á barnagarðsstovunum?

Ert tú foreldur, og er tín inntøka lægri enn 370.701 kr. um árið, kanst tú søkja um frípláss til dagstovn. Frípláss er eitt fíggjarligt ískoyti frá landinum, sum tú fært til dagstovnagjaldið. 
Freistin at søkja um fíggjarligt frípláss er 1. juli á hvørjum ári. Tú noyðist at bóka tínum barni pláss á einum dagstovni, áðrenn tú kanst søkja um frípláss. 
Tú kanst søkja um frípláss á Vanganum. Tú ritar inn á Vangan við tínum Samleika. 
Sí eisini her, hvussu stóran part tú kanst fáa sum frípláss. 

Send boð til Sjóvar kommunu