Búmerki

Búmerkið hjá Sjóvar kommunu

Sjúrður Højgaard hevur tekna búmerkið hjá Sjóvar kommunu. Hann vann búmerkjakappingina um búmerki í 2018. Búmerki var tikið í nýtslu 15. december 2018.

Búmerkið hjá Sjóvar kommunu hevur íblástur frá býlinginum við Sjógv, ið kommunan eisini ber navnið á. Býlingurin er sera eyðsýndur hjá øllum, ið ferðast til og frá kommununi og ímyndar ein fjálgan og virknan føroyskan býling.

Búmerkið er snøgt og einfalt. Í forgrundini vatn og bátur, sum ímynd av vinnuvegi og sjólívi og í bakgrundini fjallið, sum verjir yvir búøkið. Búmerkið kann nýtast til øll endamál, í fleiri ymiskum sniðum.

Búmerkið lýsir eitt tað eyðkendasta staðið í Sjóvar kommunu, sum øll, ið hava verið har, leggja til merkis, og sum er eins og nalvin í býlinginum við Sjógv, og tí eisini í Sjóvar kommunu. Hetta staðið er húsini, neystini og kirkjan, beint við ta rundu víkina, og umboðar hetta bústaðir, mentan og vinnu á sjógvi og land í breiðum týdningi.

Merkið inniheldur bæði land, fjøru og sjógv. Hvíta økið ímillum sjógvin og landið er fjøran.

Sum ein verndarskuggi aftan fyri húsini, síggja vit Strandafjall. Tað hevur ein eyðkendan hamara ovast, sum ber boð um, hvar vit eru stødd. Strandafjall er sum ein karmur, ið fevnir um kommununa. Tí er fjallið latið koma niður um húsini, bæði í vinstru og høgru síðu.

Orðið Sjóvar ber boð um sjógv og fjøru. Tí er niðara helvtin av búmerkinum sjógvur. Í sjónum sæst ein siðbundin føroyskur træbátur. Bátur ger sjógvin til vinnuveg.

Bygdin Strendur, býlingurin við Sjógv, og Selatrað eru elstu búsetingar í oynni og hava ríka søgu. Tí er passandi at búmerkið ber boð um tess søgu og djúpu røtur, og um, hvar man er komin frá og hvat tað er, sum hetta samfelag stendur á.

Í búmerkinum eru húsini teknað soleiðis, at tey kunnu umboða bæði hús, neyst og løður. Tey kunnu eisini umboða handil. Soleiðis umboða tey bæði býli, útróður, vinnu á landi og sjóvinnu. Kirkjan umboðar kristnu trúnna, sum hevur verið mønin í okkara samfelagi í yvir túsund ár, so sjálvandi eigur hon uppiborið sítt pláss í búmerkinum.

Búmerkið lýsir lív á landi og sjógvi í síni heild. Tað ber boð um hugna, trygt umhvørvi, góðar bústaðarmøguleikar, ríka søgu, djúpa mentan, og vinnu á sjógvi og landi.

Heinta búmerki hjá Sjóvar kommunu

Send fyrispurning