Umhvørvi

Brunasamtykt

§ 1 Endamálsorðing

Endamálið hjá Skálafjarðar Sløkkiliði er grundað á løgtingslóg, har sløkkiliðið skal verða liðið, ið verður tilkallað tá ið eldur er í, tá óhapp stendst av vandamiklum evnum, ella tá tørvur er á "tekniskari" hjálp / leiðslu við spreingivanlukku, skriðulopi, ferðsluóhappi, flovanlukku á landi, um bygningur kommununum og borgarum tess, í neyðstøðu.

§ 2 Lógligt grundarlag

1. Fyri sløkkiliðið í kommununum er galdandi tann til eina og hvørja tíð galdandi lóggáva á økinum.

a) ásetingar í løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna o.a.

b) kunngerðir sambært brunalógini

c) henda samtykt sum er sambært § 5 í brunalógini.

§ 3 Fyristøðan hjá sløkkiliðunum

1. Vegna bý- og bygdaráðini hevur felagsbrunanevndin fyristøðuna av sløkkiliðunum. Nevndin er skipað soleiðis við 7 limum: Sjóvar, Nes og Funnings kommuna tilnevna hvønn sín lim og Runavíkar kommuna 2. 1 limur er brunaumsjónarmaðurin og 1 limur er tilnevndur av fútanum.

2. Bý- og bygdaráðini tilnevna limir sínar eftir hvørt kommunuval og hesir eru kommunustýrislimir.

Nevndin skal hava fund 2 ferðir um árið, og annars tá 2 av nevndarlimunum krevja tað til viðgerðar av máli, sum samtundis verður fráboðað.

Formaðurin ella næstformaðurin kallar inn til fundar. Fundurin er viðtøkuførur tá minst 4 nevndarlimir eru á fundi.

Fráfarandi formaður boðar til fundar aftaná nýval.

Nevndin førir gerðabók, sum undirskrivað verður av teimum nevndarlimum, sum møttir eru á fundi.

§ 4 Skipan og tænastuviðurskifti hjá sløkkiliðunum.

1. Bý- og bygdaráðini seta felags brunaumsjónarmann eftir at góðkenning er fingin frá Brunaumsjón landsins.

2. Brunanevndin setur varamenn hjá brunaumsjónarmanninum eftir tilmæli frá brunaumsjónarmanninum.

3. Brunanevndin setir sløkkiliðsfólk eftir tilmæli frá brunaumsjónarmanninum.

4. Setanartreytir, samsýning, tryggingar og onnur fíggjarlig viðurskifti verða ásett av brunanevndini.

5. Brunaumsjónarmaðurin setur upp rakstrar- og fíggjarætlan. Bygdaráðini góðkenna fíggjarætlanina eftir tilmæli frá brunanevndini.

6. Brunaumsjónarmaðurin hevur dagligu leiðsluna av sløkkiliðnum og ábyrgd av, at sløkkiamboðini og annað verða hildin og dagførd samb. vegleiðingum frá Brunaumsjón landsins.

7. Brunaumsjónarmaðurin hevur dagligu fíggjarligu umsitingina av sløkkiliðinum, í samsvari við góðkenda fíggjarætlan. Somuleiðis heldur hann bókhaldið klárt til grannskoðan.

8. Tá Brunaumsjónarmaðurin hevur forfall skulu varamenn, settir av brunanevndini, eftir tilmæli frá brunaumsjónarmanninum, vera í hansara stað.

9. Í skjalinum "Sløkkiliðsmanning" er tilskilað, hvør er leiðari og hvørji eru varaleiðarar og hvør samlaða manningin er.

10. Brunaumsjónarmaðurin hevur ræðið á staðnum meðan eldsløkking og bjargingararbeiðið fer farm.

11. Brunaumsjónarmaðurin skal skipa fyri sløkkiliðsvenjingum. Fyri at halda eitt høgt støðið, er kravið til sløkkiliðsfólk at tey møta til minimum 25% av venjingunum. Brunaumsjónarmaðurin boðar brunanevndini frá um onkur er, sum ikki heldur minsta kravið.

§ 5 Kommunala tilbúgvingin

1. Brunanevndin tekur avgerð um útvegan av størri sløkkiamboðum, hølum v.m. sambært ásetingar í § 10 í brunalógini, og verður Brunaumsjón landsins kunnað um keyp av størri sløkkiamboðum.

2. Í skjalinum Sløkkiútgerð er tilskilað, hvør útgerð skal vera tøk hjá sløkkiliðnum og hvar hvør útgerð er støðað.

3. Brunaumsjónarmaðurin hevur eftirlit við sløkki- og bjargingarútgerð í bygningum og virkjum v.m., ið er kravd av kommunalu mynduleikunum.

4. Brunaumsjónarmaðurin skal framhaldandi veita Brunaumsjón landsins dagførdan manningarlista, ið er tilskilaður í skjalinum Sløkkiliðsmanning við nøvnum, heiti og telefonnummurum hjá manningunum. Brunaumsjón landsins letur løgregluni listan.

5. Á tilkallingarlistanum skal tilskilast uppgávuøkið í høvuðsheitum, kommununummur, dagfesting av listanum, telefonnummur hjá manningunum og telefonnummar hjá Brunaumsjón landsins 21 50 46 til stuðuls í sambandi við serligar skaðahendingar.

§ 6 Vatnveiting

1. Vatnveiting til eldsløkkingar kann fáast úr brandpostum, vøtnum og møguligum vatngoymslum á áum.

2. Brandpostar skulu setast í samráð við brunaumsjónarmannin.

3. Á korti, merkt skjal nr. 2, skal vera víst hvar í kommunum brandpostar eru og hvaðani sløkkivatn eigur at verða tikið í vøtnum, áum o.t.

Kommununar hava ábyrgdina av at støðini har sløkkivatn verður tikið, og skulu eftirhyggjast minst 2 ferðir um árið.

§ 7 Fráboðan

1. Fráboðan um eld og vanlukku skal gerast við at ringja 112.

2. Sløkkiliðini kunnu verða fráboðað frá alarmsentralinum, ella aðrari góðkendari skipan har nærri frágreiðing verður givin sløkkiliðsfólkinum. Í serligum førum kann annar fráboðanarháttur verða brúktur.

§ 8 Fíggjarætlan og roknskapur

Kommununar góðkenna fíggjarætlan og grannskoðan roknskap.

Fíggjarætlanin skal verða góðkend av nevndini og send kommununum áðrenn 1. oktober.

§ 9 Uppøgn av samstarvinum

Fyri at avtaka og koma burturúr felagsskapinum, skulu minst 3/4 av kommununum siga gott fyri at taka seg burturúr felagnum. Um felagsskapurin verður niðurlagdur, verður meting gjørd av ognunum, og vera ognirnar býttar eftir sama leisti sum inngjaldið í felagsskapin.

§ 10 Gildi og endurskoðan

Brunasamtyktin fær gildi frá 1. juli 2005, og skal endurskoðast 5 hvørt ár. Um semja ikki fæst millum allar luttakandi kommununar um broytingar í hesari avtalu, so heldur samstarvið áfram sambært ásetingunum í avtaluni, til samstarvið verður sagt upp sambært ásetingunum í § 9.

Send boð til Sjóvar kommunu