Frítíðarkortið

Hvat er Frítíðarkortið?

Frítíðarkortið er ein frítíðarskipan hjá Sjóvar kommunu, og sum ánari av kortinum fært tú ein ágóða upp til kr. 2.000, ið kann nýtast til at rinda fyri lima- og luttøkugjøld í samband við ítróttar- og frítíðarvirksemi. Kortið er persónligt, og nummarið á kortinum er títt nummar í frítíðarskipanini.

Allir borgarar í Sjóvar kommunu, í aldrinum 6-18 ár, fáa ella hava eitt frítíðarkort (tey sum fylla 6 ár í 2024 til og við tey, sum sum fylla 18 ár í 2024).

Skipanin hevur virkað síðani 1. januar 2020. Fyrsta árið skuldi vera ein royndarskipan, men avgjørt er at leingja royndartíðina til og við 2024. Tí kemur skipanin at virka eftir sama leisti í 2024 sum árini frammanundan.

Vit hava tó eina væntan um, at skipanin skal halda fram eftir royndartíðina.

Ónýttur peningur við árslok fellur burtur, og nýggj upphædd á kr. 2.000 verður sett á kortið.

Skipanin fevnir um alt ítróttar- og frítíðarvirksemi og er ikki avmarkað til virksemi innan kommunumark.

Hvussu virkar Frítíðarkortið?

Lima- og luttøkugjøld verða rindað á tann hátt, at ítróttarfeløg og aðrar frítíðarskipanir skráseta luttakaran og fráboða luttøkuna til Sjóvar kommunu. Sjóvar kommuna tekur síðani limagjaldið av kortinum hjá luttakaranum í frítíðarskipanini og avroknar við frítíðarvirksemið. Einstøk feløg krevja tó, at foreldur gjalda fyrst. Tá skulu tit bara senda okkum kvittan fyri, at tit hava goldið limagjaldið, og so flyta vit tykkum peningin fyri limagjaldið.

Avtalur eru higartil gjørdar við Stranda Talvfelag, St.Í.F., Stráluna, Skála Ítróttarfelag, Skálafjarðar Judofelag, Skálafjarðar Róðrarfelag, Hwarang Føroyar, Støkk, Flot, Ternan og Nápur, umframt Stranda musikskúla, Stranda kvøldskúla og Runavíkar kvøldskúla. Kundi tú hugsað tær at luttikið í virksemi, ið ikki er nevnt omanfyri, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum, og síðani gera vit avtalu við viðkomandi felag.

Sjóvar kommuna treytar sær, at har frítíðarkortið verður nýtt, skal felagið, sum stendur fyri virkseminum, hava:

  • Viðtøkur og nevnd
  • Venjarar/lærarar sum eru yvir 18 ár – yngri kunnu vera hjálparvenjarar
  • Virksemi, sum fevnir yvir minst 10 samanhangandi vikur.

Hevur tú spurningar til skipanina annars, kunnu tit røkka okkum á sjk@sjovar.fo ella ringja til tlf. 232725.

Send boð til Sjóvar kommunu