Tíðindi
Kommunustýrisfundur 24.09.2026
Kommunustýrisfundur 24.09.2026
Møtt: Hans Anders Jacobsen, Artur Johansen, Sonni Johansen, Noomi K. Rasmussen, Sandra L. Østerø og
Drós Ellingsgaard
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-18:10
Borgarstjórin bað um, at mál nr. 328-4-2022 bleiv viðgjørt fyri afturlatnum hurðum, vísandi til, at fyritøkur møguliga verða nevndar í viðgerðini. Samtykt við fimm atkvøðum fyri. Noomi atkvøddi ímóti við tí grundgeving, at hon heldur, at høllin skal bjóðast út í almennum útboði.
Mál nr.: 328-4-2022, ítróttarhøll á Strondum
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Bygginevndin mælir til, at byggiskráin verður góðkend og arbeiðið boðið út. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at góðkenna byggiskránna og bjóða arbeiðið út í innbodnari lisitatión sambært tilmæli frá bygginevndini.
Mál nr.: 104-9-2026, uppskot um broyting av treytum fyri kommunal grundstykki
Reist av: Eyð Smedemark
Málslýsing: Uppskot um at broyta treytirnar fyri kommunal grundstykkir, soleiðis, at freistin fyri at byggja á kommunal grundstykki verður broytt frá tveimum árum til eitt ár.
Avgerð: Samtykt at taka undir við frámælinum frá Tøkni- og vinnunevndini, og ikki ganga umsóknini á møti.
Mál nr.: 542-8-2026, vesiskúrur á Selatrað
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Nýggjur vesiskúrur skal gerast á Selatrað. Peningur er játtaður á fíggjarætlanini. Tilboð er komið um at gera nýtt vesi. Teknsika deild hevur gjørt tilmæli. T&V nevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá teknisku umsiting. Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&V. Lagt fyri kommunustýri.
Avgerð: Samtykt at taka av tilboði uppá vesiskúr og seta arbeiði í gongd. Peningur er játtaður á fíggjarætlanini fyri 2026.
Mál nr.: 542-23-2026, umsókn um prinsipielt byggiloyvi, matr. nr. 43
Reist av: Vaðhorn
Málslýsing: Vaðhorn søkir um prinsipielt byggiloyvi, matr. nr. 43. T&V mælir til at geva prinsipielt byggiloyvi í 2 ár. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá Tøkni- og vinnunevndini og geva Vaðhorn Seafood prinsipielt byggiloyvi á matr. nr. 43 í tvey ár.
Mál nr.: 211-2-2026, eykajáttanir 2026
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: 2.viðgerð
Broyting til 2. viðgerð
Eykajáttanir/reguleringar august 2026
Fíggjarleiðarin mælir til at finna játtan kr. 1.036.000 innanfyri verandi fíggjarkarm.
Fíggjarnevndin mælir til at regulerað eykajáttanina av: RS 665 matrikulering og býarplanlegging 900 tkr. og RS-611 skifta tak á Langanesbygninginum 136 tkr. Lagt fyri kommunustýri.
Avgerð: Samtykt við aðru viðgerð.
Mál nr.: 211-3-2026, fíggjarætlan 2027
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fíggjarnevndin skal koma við einum uppskotið at leggja fyri kommunustýri áðrenn 1. oktober. Fíggjarleiðarin ger eitt fyribilsuppskot, sum verður lagt í málið áðrenn fundin.
Avgerð: Fyrsta uppskot til fíggjarætlan fyri 2027 samtykt.