Bátahyljar

Bátahyljar í Sjóvar kommunu

4 bátahyljar eru í kommununi, sum eru útgjørdir við ankringsteymum, vatni og ravmagni.

Við Sjógv

Við Sjógv eru pláss til 16 smábátar og deksfør. 

Við Sjóvarhøvda

Við Sjóvarhøvda er pláss til 10 smábátar.

 

Heygsstøð

Bátahylurin í Heygsstøð varð útbygdur í 2007, so nú eru betri umstøður hjá stórum bátum, sum fáast við útróður. Møguleiki er at leiga sær pláss í egningarmiðstøðini, sum liggur beint við bátahylin. 

Við flótibrúgvarnar er pláss fyri smábátum.

Selatrað

Á Selatrað er pláss fyri 15 smábátum.

Send fyrispurning