Tíðindi

30. okt 2026

Kommunustýrisfundur 29.10.2026

 
Kommunustýrisfundur  29.10.2026

Møtt: Hans Anders Jacobsen, Sonni Johansen, Noomi K. Rasmussen, Jóhan H. Funn, Sandra L. Østerø og 
Drós Ellingsgaard
 
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-18:00

 

Drós luttók ikki í viðgerðini í máli nr. 542-40-2026

Mál nr.: 542-40-2026, umsókn um frávik, matr. nr. 770
Reist av: Rógva N. Poulsen 
Málslýsing: Søkt verður um frávik í byggisamtyktini í samband við at søkt er um byggiloyvi til bilhús á matr. nr. 770 Innan Glyvur. Tøkni- og vinnunevndin mælir til at ganga umsóknini á møti. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá Tøkni- og vinnunevndini og ganga umsóknini um frávik á møti.

Mál nr.: 104-14-2026, stroyma kommunustýrisfundir
Reist av: Noomi K. Rasmussen
Málslýsing: Uppskot frá Noomi K. Rasmussen um at stroyma kommunustýrisfundir frá 1. januar 2027. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt ikki at stroyma kommunustýrisfundir. Ein atkvøða fyri: Noomi K. Rasmussen,
tríggjar atkvøður ímóti: Hans Anders Jacobsen, Sonni Johansen og Jóhan H. Funn,
tvær blankar atkvøður: Drós Ellingsgaard og Sandra L. Østerø.

Mál nr.:  211-3-2026, fíggjarætlan fyri 2027 
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fyrsta viðgerð av fíggjarætlan fyri 2027.
Avgerð: Samtykt við fyrstu viðgerð. Onnur viðgerð verður 19. nov.

 
 
 
 
 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
30. okt 2026
Kommunustýrisfundur 29.10.2026
29. okt 2026
Minningarhald teirra sjólætnu
29. okt 2026
Helgi spyr lands­stýrismannin um rundkoyring
28. okt 2026
Stór málninga­framsýning og søla í bygdahúsi­num á Strondum
27. okt 2026
Áhugavert tiltak í Løkshøll í kvøld kl. 19:00
23. okt 2026
Kommunustýrisfundur 29. oktober
23. okt 2026
Pensjónista­felagið í Sjóvar sókn: Jólaborð, Ræstkjøtsveitsla
23. okt 2026
Gera kommunur­nar meira demensvinarligar

Send boð til Sjóvar kommunu