Tíðindi

27. apr 2026

Kommunustýrisfundur 30. mars 2026

 
Kommunustýrisfundur 30.03.2026
Møtt: Hans Anders Jacobsen, Artur Johansen, Noomi K. Rasmussen, Sonni Johansen, Jóhan H. Funn,
Sandra L. Østerø og Drós Ellingsgaard
 
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-18:00

Mál nr.: 541-1-2026, Sjk., bjóða lendi út til íbúðarbygging
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Kommunan ætlar at brúka økið á Lághálsum til fjølbroytt íbúðarøki. Samtykt er, at økið skal bjóðast út til íbúðarverkætlanir.

Tøkni- og býarskipanarnevndin leggur málið fyri kommunustýrið.
 
Avgerð: Samtykt at bjóða uml. 11.000 m2 við Lághálsar út til íbúðarbygging.

Tøkni- og býarskipanarnevndin ger málið klárt.
 

Mál nr.: 540-6-2025, umhvørvisætlan
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Trivnaðar- og umhvørvisnevndin leggur málið fyri kommunustýrið
Avgerð: Innanhýsis umhvørvisætlan samtykt.

Mál nr.: 104-2-2026, víðarisøla av matr. nr. 79ab
Reist av: Andreas E. Jacobsen 
Málslýsing: Umsókn um loyvi at selja part av matr. nr. 79ab
Avgerð: Samtykt at loyva víðarisølu av parti av matr. nr. 79ab


Mál nr.: 328-4-2022, ítróttarhøll á Strondum
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Til umrøðu
Avgerð: Málið umrøtt.  
 

 
 
 
 
 
 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
10. nov 2026
Fíggjar­nevndarfundur 09.11.2026
09. nov 2026
Marknaðardagur í bygdahúsi­num 15. nov.
09. nov 2026
Lítlifløttur 20 ár
05. nov 2026
Jamilla á Café Bella
04. nov 2026
Sámuel bæði steypavinnari og føroyameistari
03. nov 2026
Kim Simonsen fær amerikanska virðisløn fyri yrkingar­savn
03. nov 2026
Lítlifløttur 20 ár
30. okt 2026
Handahornið týskvøldið 3. nov.

Send boð til Sjóvar kommunu