Bókasavn

Stranda Bókasavn er skúlabókasavn og alment bókasavn í einum. Øll eru vælkomin at læna bøkur á bókasavninum.

Øll eru vælkomin at læna bøkur

Stranda Bókasavn er skúlabókasavn og alment bókasavn í einum. Øll eru vælkomin at læna bøkur á bókasavninum.

Á Stranda Bókasavni eru næstan allar føroyskar bøkur, sum eru komnar út seinastu 30 árini, bæði barnabøkur, ungdómsbøkur, skaldsøgur, stuttsøgur, yrkingar og fakbøkur.

Fakbøkur fevna um mangt og hvat: náttúru, bygdasøgu, list, ævisøgur, mál, uppskriftir, handbøkur – og nógv, nógv annað.

Eisini er eitt úrval av donskum barna- og ungdómsbókum, skaldsøgum og fakbókum.

Ljóðbøkur – bøkur at lurta eftir: skaldsøgur, endurminningar, søga, barnabøkur, ungdómsbøkur. Tær flestu eru sum fløgur, men nakrar eru á kassettubondum.

Upplatingartíðir

Um dagin

Mánadag: kl. 09.30-09.45 & 10.40-11.45

Týsdag: kl. 09.30-09.45

Mikudag: kl. 09.30-11.45

Hósdag: kl. 08.45-09.45 

Fríggjadag: kl. 09.30-09.45

Bókasavnið er vanliga opið fríkorterið undan og aftan á tíman, sum tað er opið.

 

Um kvøldið

Mánakvøld: kl. 18.00-20.00 

Mikukvøld: kl. 19.00-21.00

 

Barnagarðar, pensjonistafeløg og aðrir felagsskapir eru vælkomnir at avtala tíð at koma at vitja bókasavnið.

Stranda bókasavn er tøkt á internetinum. Tað ber til at síggja, hvørjar bøkur savnið hevur, og um tær eru tøkar.

Møguligt er at leita eftir bókum á www.bokasavn.fo.
 
Bókavørður á Stranda bókasavni er Elin Henriksen. Hon hevur telefon 21 25 63 og teldupost elin.henriksen@skulin.fo.

Send fyrispurning