Tíðindi

28. apr 2025

Kommunustýrisfundur 24.04.2025

 
Kommunustýrisfundur  24.04.2025, kl. 17:00

Møtt: Hans Anders Jacobsen, Artur Johansen, Sonni Johansen, Noomi K. Rasmussen, Sandra L. Østerø,
Drós Ellingsgaard og Jóhan H. Funn

Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-18:00

 

Mál nr.: 541-6-2025, keypa grót frá grundstykkjum
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Onnur viðgerð. Fíggjarnevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini um at keypa grót frá grundstykkjum, sum ikki eru útgrivin enn, og leggja tað við Hulkin. Nevndin mælir til, at eykajáttan uppá 1. mill. kr. verður játtað á konto  RS-751. Peningurin kann takast av RS-635, byggibúning. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt við aðru viðgerð. Peningur er tøkur á RS-635, byggibúning.

Mál nr.: 549-3-2025, Fríøki við Nónvarða
Reist hevur: Ólavur í Geil
Málslýsing: Umsókn um stuðul til fríøki við Nónvarða. Mentanar- og frítíðarnevndin mælir til at stuðla verkætlanini við kr. 60.000. Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum. Peningur er tøkur á RS-620. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at taka undir við tilmælinum frá nevndunum, og játta upp til kr. 60.000 í stuðli í samband við, at íbúgvar í økinum ætla at gera fríøki við Nónvarða. Peningur er tøkur á RS-620

Hans Anders fór av fundinum kl. 17:30

Mál nr.: 541-21-2019, Dávagerði II
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: T&B nevndin mælir til at fara víðari við verkætlanini. Lagt fyri kommunustýrið um byggjast skal á økinum.
Avgerð: Samtykt at nevndin arbeiðir víðari við verkætlanini.

Drós fór av fundinum kl. 17:36

Mál nr.: 541-9-2025, broyta byggisamtykt til E-øki
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Í samband við útbygging av Sjóvarlon, verður neyðugt at broyta byggisamtyktina til E-øki (almenn endamál). T&B mælir til, at byggisamtyktin verður broytt. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at broyta byggisamtyktina við Sjóvarlon, part av matr. 767a, til E-øki (almenn endamál).


Mál nr.: 211-1-2025, Eykajáttan til Roðan
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Nýtt býti eftir fólkatalinum 1. januar 2025, gevur okkum eina eykaútreiðslu uppá kr. 255.750 á RS-272 og kr. 1.003 á RS-271. Fíggjarnevndin mælir til eykajáttan uppá kr. 260.000 á RS-272 og kr. 2.000 á RS-271. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt við fyrstu viðgerð at játta kr. 260.000 á RS-272 og kr. 2.000 á RS-271. Onnur viðgerð verður 28. mai. 
 
 
 
 
 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
30. jun 2025
Kommunustýrisfundur 19. juni 2025
30. mai 2025
Kommunustýrisfundur 28. mai 2025
28. apr 2025
Kommunustýrisfundur 24.04.2025
28. mar 2025
Kommunustýrisfundur 27.03.2025
28. feb 2025
Kommunustýrisfundur 27. februar 2025
31. jan 2025
Kommunustýrisfundur 30.01.2025
29. jan 2025
Skip­anarfundur 10.12.2024
18. des 2024
Kommunustýrisfundur 16.12.2024

Send boð til Sjóvar kommunu