Tíðindi

28. mar 2025

Kommunustýrisfundur 27.03.2025

 
Kommunustýrisfundur  27.03.2025, kl. 18:00-18:35
 
Møtt: Hans Anders Jacobsen, Artur Johansen, Sonni Johansen, Noomi K. Rasmussen, Sandra L. Østerø, 
Drós Ellingsgaard, Jóhan H. Funn
 
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 18:00-18:35

Mál nr.: 541-6-2025, keypa grót frá grundstykkjum
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fíggjarnevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini um at keypa grót frá grundstykkjum, sum ikki eru útgrivin enn, og leggja tað við Hulkin.
Nevndin mælir til, at eykajáttan uppá 1. mill. kr. verður játtað á konto  RS-751. Peningurin kann takast av RS-635, byggibúning. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Fyrsta viðgerð. Samtykt. Onnur viðgerð verður 24. aprí

Mál nr.: 541-10-2024, parkering í Dreingjagerði
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini, sum mælir til, at arbeiðið verður sett í gongd. Peningur er tøkur á RS-671, vegir íløgur. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini og fíggjarnevndini, og seta arbeiðið í gongd. Víst verður til RS-671

Mál nr.: 541-5-2025, útstykking við Nónvarða
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini um at projektera vegirnar til víðari útstykking við Nónvarða. Peningur er tøkur á RS-635. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini og fíggjarnevndini um at projektera vegir til víðari útstykking við Nónvarða. Víst verður til RS-635.

Mál nr.: 544-2-2025, breiðka Hulkavegin
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini um at seta arbeiðið í gongd. Peningur er tøkur á RS-671. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini og fíggjarnevndini um at seta arbeiðið í gongd. Víst verður til RS-671

Mál nr.: 542-04-2025, goymslurúm til frítíðarstovuna
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fíggjarnevndin tekur undir við frá Tøkni- og býarskipanarnevndini um at gera goymslurúm til uttanduraleikur. Peningur er tøkur á RS-311. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at gera goymslurúm til frítíðarstovuna til at goyma uttandura leikur í. Víst verður til RS-311.
 
 
 
 
 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
30. jun 2025
Kommunustýrisfundur 19. juni 2025
30. mai 2025
Kommunustýrisfundur 28. mai 2025
28. apr 2025
Kommunustýrisfundur 24.04.2025
28. mar 2025
Kommunustýrisfundur 27.03.2025
28. feb 2025
Kommunustýrisfundur 27. februar 2025
31. jan 2025
Kommunustýrisfundur 30.01.2025
29. jan 2025
Skip­anarfundur 10.12.2024
18. des 2024
Kommunustýrisfundur 16.12.2024

Send boð til Sjóvar kommunu