Tíðindi

31. jan 2025

Kommunustýrisfundur 30.01.2025

 
Kommunustýrisfundur  30.01.2025
 
Møtt: Hans Anders Jacobsen, Jóhan H. Funn, Sandra L. Østerø, Noomi K. Rasmussen, Artur Johansen
Drós Ellingsgaard og Sonni Johansen
 
Skrivari: Anna E. Joensen
 
Klokkan: 17:00-18:55


Málslýsing: Almennir kommunustýrisfundir í 2025.

Okkara uppskot: 30. januar, 27. februar, 27. mars, 24. apríl, 28. mai, 19. juni, 28. august, 25. september, 30. oktober, 27. november, 18. desember. Fundirnir byrja kl. 17:00. Mál, ið skulu fyri kommunustýrið, skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi 14 dagar undan fundinum.
Avgerð: Samtykt

Mál nr.: 104-6-2025, val av umboðum í barnaverndartænastuna
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Umsitingin stillar Mariann D. Poulsen og Bjørg Olsen upp til umboð í barnaverndartænastuna. Báðar hava játtað at taka við.
Avgerð: Samtykt at velja Mariann D. Poulsen og Bjørg Olsen til umboð í barnaverndartænastuna fyri Skálafjørðin

Mál nr.: 104-7-2025, val av hegnsýnisnevnd
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Umsitingin hevur hesi uppskot til at manna hegnsýnisnevndina: Richard Johansen, Egil M. Petersen,
Jógvan G. Joensen, Jørleif Djurhuus og Jónhard Johansen.
Allir hava játtað at taka við.

Avgerð:
Samtykt at velja Richard Johansen, Egil M. Petersen, Jógvan G. Joensen, Jørleif Djurhuus og Jónhard Johansen

Mál nr.: 104-8-2025, val av valstýrisnevnd
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Umsitingin hevur hesi uppskot til valstýrið: Eyðstein Heinesen, form., Mass Djurhuus, Lis Weihe
og Selma Johansen

Eykalimir: Rosa Joensen og Katrina Jóhannusdóttir

Øll hava játtað at taka við.

Avgerð: Samtykt at velja Eyðstein Heinesen, Mass Djurhuus, Lis Weihe, Selmu Johansen í valstýrið.
Eykalimir: Rosa Joensen og Katrina Jóhannusdóttir

Mál nr.: 104-1-2025, dagføring av fundarskipan
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fyrsta viðgerð av uppskoti frá umsitingini til dagføring av fundarskipanini.
Avgerð: Samtykt við fyrstu viðgerð. Onnur viðgerð verður 27. februar.

Mál nr.: 104-2-2025, dagføring av kommunustýrisskipanini
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fyrsta viðgerð av uppskoti frá umsitingini til dagføring av kommunustýrisskipanini.
Avgerð: Samtykt við fyrsta uppskoti. Smávegis broytingar verða gjørdar til aðru viðgerð, sum verður 27.februar.

Mál nr.: 104-4-2025, dagføring av starvsfólkahandbók
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fyrsta viðgerð av uppskot frá umsitingini til dagføring av starvsfólkahandbók.
Avgerð: Samtykt við fyrsta uppskoti. Smávegis broytingar verða gjørdar til aðru viðgerð, sum verður 27.februar.

Mál nr.: 541-1-2025 Finleif Mortensen, umsókn um frávik frá byggisamtyktini, matr. nr. 175b
Reist av: Finleif Mortensen
Málslýsing: Finleif Mortensen hevur søkt um frávik í byggisamtyktini, matr 175b. Tøkni- og býarskipanarnevndin hevur lagt tilmæli fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at játta umsóknini eftir tilmæli frá Tøkni- og býarskipanarnevndini, vísandi til at byggisamtyktin loyvir, at grundstykkir í serligum førum kunnu vera minni enn 500 fermetrar, og at Berbisá natúrliga avmarkar økið.


                          

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
28. apr 2025
Kommunustýrisfundur 24.04.2025
28. mar 2025
Kommunustýrisfundur 27.03.2025
28. feb 2025
Kommunustýrisfundur 27. februar 2025
31. jan 2025
Kommunustýrisfundur 30.01.2025
29. jan 2025
Skip­anarfundur 10.12.2024
18. des 2024
Kommunustýrisfundur 16.12.2024
26. nov 2024
Kommunustýrisfundur 25.11.2024
05. nov 2024
Kommunustýrisfundur 28.10.2024

Send boð til Sjóvar kommunu