Tíðindi

26. sep 2018

Kommunustýrisfundur 24.09.2018

Kommunustýrisfundur 24.09.2018  
Møtt: Artur Johansen, Lisa Frederiksberg, Steingrím Jacobsen, Anfinn Gærdum, Jákup Berthelsen, Súni F. Olsen Pole J. Hansen  
Skrivari:  Anna E. Joensen 
Klokkan: 17:00-21:00 


Mál nr.:  211-2-2018  
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Fíggjarætlan 2019 
Avgerð: Fyrsta viðgerð. Samtykt sambært uppskoti. 
Onnur viðgerð verður 29. okt. 


Mál nr.:  211-3-2018  
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Eykajáttanir 2018 
Avgerð: Fyrsta viðgerð. Samtykt at játta kr. 1.245.000 í eykajáttanum sambært tilmæli frá fíggjarnevndini. 
Onnur viðgerð verður 29. okt. 
  

Mál nr.:  104-9-2018  
Reist av:  Roðanum 
Málslýsing: Umsókn um eykajáttan til buss 
Avgerð: Fyrsta viðgerð. Samtykt at játta kr. 72.800 til at keypa nýggjan buss. Konto RS-272. 
Onnur viðgerð verður 29. okt. 


Mál nr.:  17/00039  
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Hølisviðurskifti á Lítlafløtti 
Avgerð: Samtykt at játta kr. 40.000 til ráðgeving í samband við Scandi Byg. Konto RS-311. 


Mál nr.:  15-46-73  
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Vinnuøki og bátahylur 
Avgerð: Tilboðið á kr. 2.470.379,10 uttan MVG, treytað av, at nøgdirnar frá LBF eru rættar. Afturat hesum koma útreiðslur til kloakk og projekteringskostnaður. Samtykt sambært tilmæli frá fíggjarnevndini, at peningurin verður tikin av játtanini á RS-751. 


Mál nr.:  14-46-64  
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: El-standarar 
Avgerð: Trý tilboð eru komin til nýggjar el-standarar. Samtykt at fylgja tilmælinum frá vinnunevndini og taka av einum tilboði. Peningurin verður tikin av játtanini á RS-751.


Mál nr.:  541-2-2018  
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Broyting í byggisamtykt á Byrgi 
Avgerð: Samtykt at senda hoyringssvar um at Sjóvar kommuna heldur fast við upprunaligu ætlanina um at broyta byggisamtyktina á Byrgi.


Mál nr.:  323-2-2018  
Reist av:  Sjóvar fornminnafelag 
Málslýsing: Umsókn um stuðul 
Avgerð: Málið er ikki klárt til viðgerð. Tikið av skránni. 


Mál nr.:  541-3-2018  
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Útstykking á Selatrað 
Avgerð: Arbeiða víðari við málinum. 


Mál nr.:  541-7-2018  
Reist av:  Jan Abrahamsen 
Málslýsing: Umsókn um jørð 
Avgerð: Arbeiða víðari við málinum. 


Mál nr.:  211-1-2018  
Reist av:  Lítlafløtti 
Málslýsing: Umsókn um eykajáttan 
Avgerð: Onnur viðgerð. Samtykt at játta kr. 100.000. Verður tikið av tøkum peningi. 


Mál nr.:  2013-40-19  
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Grótbrotið 
Avgerð: Onnur viðgerð. Samtykt at játta kr. 500.000 av tøkum peningi. Samtykt at selja grót fyri kr. 103,00/m3 uttan MVG. 


Mál nr.:  215-1-2018  
Reist av:  Alexandur Johansen 
Málslýsing: Gamla missiónshúsið 
Avgerð: Umsitingin arbeiðir við málinum. 


Mál nr.:  650-1-2018  
Reist av:  Eiðis Bjargingarfelag 
Málslýsing: Umsókn um stuðul til bát 
Avgerð: Samtykt at stuðla við kr. 15.000,00. Tikið av tøkum peningi. 


Mál nr.:  17/00107  
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Havnalagið á Hulki 
Avgerð: Samtykt at gera botnkanningar á Hulki, vísandi til tilmæli frá fíggjarnevndini. 


Mál nr.:  103-6-2018  
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Vaskifólk til bygdahúsið 
Artur og Pole luttóku ikki í viðgerðini.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá trivnaðarnevndini. 


Mál nr.:  103-7-2018  
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Vaskifólk til Lítlafløtt 
Artur og Pole luttóku ikki í viðgerðini.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá trivnaðarnevndini.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
30. jun 2025
Kommunustýrisfundur 19. juni 2025
30. mai 2025
Kommunustýrisfundur 28. mai 2025
28. apr 2025
Kommunustýrisfundur 24.04.2025
28. mar 2025
Kommunustýrisfundur 27.03.2025
28. feb 2025
Kommunustýrisfundur 27. februar 2025
31. jan 2025
Kommunustýrisfundur 30.01.2025
29. jan 2025
Skip­anarfundur 10.12.2024
18. des 2024
Kommunustýrisfundur 16.12.2024

Send boð til Sjóvar kommunu