Tíðindi

27. feb 2026

Kommunustýrisfundur 26.02.2026

 
Kommunustýrisfundur  26.02.2026, kl. 17:00-18:20

Møtt: Hans Anders Jacobsen, Sonni Johansen, Noomi K. Rasmussen, Jóhan H. Funn, Sandra L. Østerø og
Drós Ellingsgaard

 
Skrivari: Anna E. Joensen

Mál nr.: 549-1-2026, Sjk., stuðulsskipan til verkætlanir
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Uppskot til reglugerð fyri smærri alment gagnligar verkæltnir í kommununi
Avgerð: Samtykt at taka undir við uppskotinum.
Viðmerkingar:
Viðmerking frá Noomi: Eg ynski, at umsóknir um stuðul verða lagdar fyri kommunustýrið við einum tilmæli frá Mentanar- og Frítíðarnevndini. 
 

Mál nr.: 215-1-2026, Fløtuvegur 10
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Kommunan hevur fingið tilboð um at sethúsini á Fløtuvegi 10.
Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir frá, og leggur málið fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt ikki at taka av tilboðnum um at keypa sethúsini á Fløtuvegi 10 

Mál nr.: 548-1-2025, vinnuøki Innan Glyvur
Reist av: Byggiráð 
Málslýsing: Byggiráð søkir um vinnuøki Innan Glyvur. Vinnunevndin mælir til at selja teimum økið. Lagt fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at selja Byggiráð vinnuøki Innan Glyvur, sum søkt er um. Umsitingin arbeiðir víðari við málinum saman við Byggiráð.

Mál nr.: 541-5-2025, Sjk., útstykking við Nónvarða
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Ætlaða nýggja útstykkingin við Nónvarða er teknað og projekterað. Tilgongdin til at keypa meira øki frá Jarðargrunninum er í gongd.

Fyri at kunna leggja matr. 234 og 373c saman, og fyri at forstýra grannarnar sum minst, er uppskot gjørt til nýggja byggisamtykt, B11, fyri økið.

Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til at samtykkja uppskotið við smávegis viðmerkingum.

Viðmerkingar til uppskotið: Byggistigið skal broytast frá 35% til 50%. Vegfrástøða, 60% skal var 5,5 m.

Ovari vegurin skal lækkast.

Lagt fyri kommunustýrið.
 
Avgerð: Samtykt at broyta byggisamtyktina fyri nýggju útstykkingina við Nónvarða sambært uppskoti til serstaka byggisamtykt B11. 

Mál nr.: Mál nr. 328-4-2022, Sjk. Ítróttarhøll á Strondum
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Umsitingin, saman við trimum kommunustýrislinum, var í gjár og vitjaði í batmintonhøllini í Klaksvík. Borgarstjórin greiðir frá vitjanini.
Avgerð: Borgarstjórin kallar inn til ein arbeiðsdag fyri at seta gongd á verkætlanina. 


Mál nr.: Ikki mál
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Val av eykafólki fyri valstýrisformannin.

Eyðstein Heinesen, valstýrisformaður, verður burturstaddur til mikudagin 25. mars. Um so er, at umstøðurnar verða so, at hann ikki verður heima áðrenn valhølini lata upp 26. mars, hevur Petur Jákupsson, fyrrverandi valstýrisformaður, játtað at traðka til fyri Eyðstein. Kommunustýrið skal samtykkja at velja Petur sum møguligan valstýrisformann. 

Fólkatingsval er útskrivað til at vera 24. mars, og Petur Jákupsson hevur játtað, at hann kann vera valstýrisformaður 24. mars eisini.

Avgerð: Kommunustýrið tekur undir við, at Petur Jákupsson, fyrrverandi valstýrisformaður, verður kallaður inn sum valstýrisformaður til Fólkatingsvalið 24. mars, og sum tiltak fyri valstýrisformannin til Løgtingsvalið 26. mars.

Mál nr.: Ikki mál
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Kommunustýrisfundur er lýstur at vera hósdagin 26. mars. Henda dag verður eisini val til Føroya Løgting. Skal kommunustýrisfundurin flytast?
Avgerð: Grundað á Løgtingsval 26. mars, verður kommunustýrisfundurin, sum er lýstur at vera sama dag, fluttur til mánadagin 30. mars.

 
 
 
 
 
 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
27. feb 2026
Fundur í Vinnu- og Umhvørvis­nevnd­ini 5. februar 2026
27. feb 2026
Kommunustýrisfundur 26.02.2026
27. feb 2026
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 17. februar 2026
27. feb 2026
Kommunustýrisfundu­rin í mars fluttur
26. feb 2026
STARV Í TEKNISKU UMSITING Í SJÓVAR KOMMUNU
26. feb 2026
Lesandi uttanlands kunnu nú søkja um upptøku á vallista - eisini gjøgnum Vangan
26. feb 2026
Fríðuf­løtur stongdur hósdagin kl 12-16
26. feb 2026
Brævatkvøðugreiðsla til Løgtingsvalið 26. mars

Send boð til Sjóvar kommunu