Tíðindi

28. aug 2018

Kommunustýrisfundur 27.08.2018

Kommunustýrisfundur 27.08.2018  
Møtt: Artur Johansen, 
Lisa Frederiksberg, 
Steingrím Jacobsen, 
Anfinn Gærdum, 
Jákup Berthelsen, 
Súni F. Olsen, 
Pole J. Hansen  

Skrivari: Anna E. Joensen 
Klokkan: 17:00-20:10 
 

Mál nr.:  104-4-2018  
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Uppskot til broyting í Løgtingslóg um kommunalt samstarv. 
Avgerð: Samstarvið í okkara øki er fyrimyndarligt, og tí ynskir kommunustýrið ikki, at broyting verður gjørd í lógini. 


Mál nr.:  323-1-2018  
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Skifta tak á bygdahúsinum. 
Onnur viðgerð av eykajáttan.
Avgerð: Samtykt 


Mál nr.:  17/00011  
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Almenn svimjing 
Avgerð: Samtykt at halda fram við almennari svimjing leygardag, í øllum førum árið út. 


Mál nr.:  211-1-2018  
Reist av:  Lítlafløtti 
Málslýsing: Umsókn um eykajáttan. 
Fíggjarnevndin lagt málið fyri kommunustýrið. 
Avgerð: Fyrsta viðgerð. Samtykt. 
Fíggjast við tøkum peningi.
Onnur viðgerð verður 24. sep. 2018


Mál nr.:  2013-40-19  
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Grótbrotið
Umsókn um eykajáttan. Fyrsta viðgerð. 
Fíggjarnevndin mælir til eykajáttan á kr. 500.000 av tøkum peningi. 
Avgerð: Samtykt. Onnur viðgerð verður 24. sep. 2018.
 

Mál nr.:  17/00107  
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Havnalagið á Hulki. 
Vinnunevndin lagt málið fyri kommunustýrið. 
Avgerð: Samtykt at vinnunevndin arbeiðir víðari við málinum. 


Mál nr.:  17/00039  
Reist av:  Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Hølisviðurskifti á Lítlafløtti 
Avgerð: Málið er ikki klárt til endaliga støðutakan. Tekniski leiðari og Tekniska nevnd arbeiða við málinum. 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
30. okt 2026
Kommunustýrisfundur 29.10.2026
25. sep 2026
Kommunustýrisfundur 24.09.2026
28. aug 2026
Kommunustýrisfundur 27.08.2026
23. jun 2026
Kommunustýrisfundur 18.06.2026
29. mai 2026
Kommunustýrisfundur 28.05.2026
04. mai 2026
Kommunustýrisfundur 30.04.2026
27. apr 2026
Kommunustýrisfundur 30. mars 2026
27. feb 2026
Kommunustýrisfundur 26.02.2026

Send boð til Sjóvar kommunu