Tíðindi
Fundur í Tøkni- og vinnunevndini 14. oktobur 2026
Fundur í Tøkni- og vinnunevndini 14. oktobur 2026
Møtt: Artur Johansen, Sonni Johansen. Formaður og Drós Ellingsgaard
Umframt: Hans Anders Jacobsen og Tummas Johannesen
Skrivari: Jóhan Blábjørg
Klokkan: 15:30-17:05
Viðmerkingar: Sandra er stødd uttanlanda, so Artur er innkallaður
Mál nr.:544-10-2026: Loyvi at grava Mýrubrekku av til at leggja kaðal
Reist av:Jákup Edmund Jacobsen
Dagf.:13/10-2026
Málslýsing:Jacob Edmund hevur søkt um at grava í Mýrubrekku, fyri at leggja ein kaðal til kampingvognin. Umsókin er til viðgeraðar.
Avgerð:Nevndin mælir frá at geva loyvi at grava vegin til ein kaðal.
Drós var ikki við í viðgerðini av máli 542-40-2026
Mál nr.:542-40-2026 Umsókn um byggiloyvi til bilhús - og frávik í byggisamtyktini.
Reist av:Rógvi N. Poulsen
Dagf.:2/9-2026
Málslýsing: Rógvi søkir um frávik frá BK 17 kap 2.2.3.4 stk 2.
Søkt verður um frávik, um at sleppa at byggja nærri enn 2,5 m frá markið vestureftir (niðaneftir), og at gera veggin longri enn 8m.
Umsóknin og tilmæli frá Teknisku umsitingini eru til viðgerðar.
Avgerð: Nevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá teknisku umsitingini um at geva frávik. Lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr.:211-3-2026: Fíggjarætlanin 2027
Reist av:Sjóvar kommuna
Dagf.:16/9-2026
Fíggjarætlan 2027
Málslýsing:Fyrireiking til fíggjarætlanardagin mikudagin 21/10-2026
Avgerð: Nevndin gjørt raðfestingarlista fyri íløgur í 2027.
Mál nr.:542-37-2026 Garagan hjá George
Reist av:Sjóvar kommuna
Dagf.:12/2-2026
Málslýsing: Samtykt er at garasjan hjá Georg skal gerast. Ynski er nú um, at hon skal vaksast við uml 2 metrum. Hetta kemur vantandi at dýrka hana uml 200-250.000.
Viðgerast skal um tað skal gerast størri, ella halda fast í, at hava hana í somu stødd.
Avgerð:Nevndin mælir til at gera nýggja tekning, har garagan er longd 2metrar, og at gera eina kostnaðarmeting har garagan er uttan flagtak, og eina meting við flagtaki.