Tíðindi
Chrismas Child
Aftur í ár verður fari undir at samla inn skógvaeskjur til Christmas Child. Hesuferð fara eskjurnar til Ukraina.
Á heimasíðuni www.christmaschild.fo finna tit góð hugskot til, hvat tit kunnu leggja í skógvaeskjurnar. Gevi gætur, at eingin sápa skal í eskjurnar - hvørki flótandi ella sápustykki. Á heimasíðuni ber eisini til at keypa skógvaeskjur, ið verða fyltar í Onglandi og sendar harfrá til børnini. Lættari kann tað ikki gerast.
Til ber at lata skógvaeskjurnar inn á familjumøtinum 18. oktober í Missiónshúsinum á Strondum ella í sunnudagsskúlanum í Kirkjuhúsinum og í Missiónshúsinum fram til 25. oktober.
Eisini eru tit vælkomin at lata eskjurnar inn hjá Sigrid á Kinn Olsen, Poulu Jacobsen ella Anna Sofíu Jacobsen.
Vónandi taka tit væl undir við hesum tiltaki.
Chrismas Child-nevndin í Missiónshúsinum á Strondum