Tíðindi

13. okt 2026

Varaleiðari til Lítlafløtt

 

Søkt verður eftir avloysara fyri varaleiðara í farloyvi.

Starvið er tíðaravmarkað til 31. sep. 2027.

Umsóknarfreistin er týsdagin 20. oktober kl. 12:00

Varaleiðarin, sum vit leita eftir, verður dagligur leiðari í frítíðarstovuni, sum hevur tvær stovur – eina við 5-6 ára gomlum børnum og eina við børnum í fyrsta og øðrum flokki.

Vit kundu hugsa okkum, at nýggi varaleiðarin kann byrja 1. november, ella so skjótt sum til ber eftir hetta.

Vit vænta at tú:
- hevur hug og árræði at taka lut í leiðsluni av stovninum
- kann arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
- hevur góð evni at umstilla seg í einum broytiligum umhvørvi
- við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum, hevur árræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerðandisdag
- Tað er ein treyt, at varaleiðarin er útbúgvin námsfrøðingur.

Vit bjóða eitt sjálvstøðugt og áhugavert starv:
- har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi á einum stovni har karmarnir inni og út eru sera góðir.
- har tú saman við dugnaligum starvsfeløgum ert við til at menna tað námsfrøðiliga umhvørvi
- har trivnaður, umsorgan, nærvera og menning eru í hásæti

Setanarviðurskifti
Starvstíðin verður 30 tímar um vikuna, og verður lønt eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

Vilt tú vita meira um starvið, er tú vælkomin at ringja til Sóleyð D. Joensen dagstovnaleiðara, á tlf. 232747.

Kunning um stovnin fært tú við at vitja heimasíðu okkara www.litliflottur.fo

Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 20. oktober, kl. 12:00, og sendast til Sjóvar kommunu: sjk@sjovar.fo ella:

Sjóvar kommuna
Skúlavegur 10
490  Strendur

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
13. okt 2026
Varaleiðari til Lítlafløtt
13. okt 2026
Chrismas Child
09. okt 2026
Loppu­marknaður og kaffisølu á Café Bellu
08. okt 2026
Stranda kvøldskúli nýggja heimasíðu
07. okt 2026
90 ára føðingardagur
07. okt 2026
Konfimantar í Skála kirkju sunnudagin 11. oktobur kl 11.
06. okt 2026
Avtalan um barna- og ungdóms­tannrøkt endur­nýggjað
06. okt 2026
Støkk-inn koppseting á Strondum

Send boð til Sjóvar kommunu