Tíðindi

13. okt 2026

Tekna teg sum lim í Vakstrarøkinum á Strondum

Nú ber til hjá borgarum í Sjóvar kommunu at gerast limir í Vakstrarøkinum á Strondum

Vit eru farin at fyrireika komandi vakstrarár, og nú lata vit upp fyri limaskapi í felagnum.

Sum limur fært tú møguleika at forspíra plantur í vakstrartunlinum, velta inni í tunlinum og møguleika fyri at fáa eitt vakstrarpláss uttanfyri.

Vit leggja stóran dent á felagsskapin og fara at skipa fyri felags døgum, har vit forspíra, planta út, viðlíkahalda tunnilin og taka okkum av økinum annars. Eisini verður ein felags vatniskipan, har limirnir skiftast um at hava ábyrgd av vatningini.

Limagjaldið er:

  • 500 kr. um árið fyri húskið
  • 100 kr. fyri hvílandi limaskap, um tú bara ynskir at stuðla felagnum

Tekna teg sum lim her:

Umsókn um limaskap - vakstrarárið 2027

 

Vakstrarøkið á Strondum

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
13. okt 2026
Tekna teg sum lim í Vakstrarøki­num á Strondum
13. okt 2026
Varaleiðari til Lítlafløtt
13. okt 2026
Chrismas Child
09. okt 2026
Loppu­marknaður og kaffisølu á Café Bellu
08. okt 2026
Stranda kvøldskúli nýggja heimasíðu
07. okt 2026
90 ára føðingardagur
07. okt 2026
Konfimantar í Skála kirkju sunnudagin 11. oktobur kl 11.
06. okt 2026
Avtalan um barna- og ungdóms­tannrøkt endur­nýggjað

Send boð til Sjóvar kommunu