Tíðindi

08. okt 2026

Stranda kvøldskúli nýggja heimasíðu

Stranda kvøldskúli bjóðar ungum sum eldri vælkomnum til eitt nýtt kvøldskúlaár, við nógvum fjølbroyttum og spennandi skeiðum.

Stranda kvøldskúli hevur í vetur 18 ymisk skeið á skránni. Fleiri skeið eru afturvendandi, men eisini eru fleiri nýggj skeið á skránni.

Tilmeldingin í ár verður skipað øðrvísi enn undanfarin ár. Stranda kvøldskúli hevur fingið nýggja heimasíðu - www.strandakvoldskuli.fo - við talgildari tilmelding. Tilmeldingin letur upp fríggjadagin 9. oktober 2026 kl. 18:00. Goldið verður samstundis sum tilmeldað verður, so tí mást tú hava gjaldskortið hjá tær við tilmelding.

Øll skeiðini eru treytað av nóg stórari luttøku. Avmarkað pláss er til flestu skeiðini, so tí ræður um at vera klárur, tá tilmeldingin letur upp. Tilmeldingarskipanin steðgar sjálv tilmeldingunum, tá skeiðið er fult. Um tú ynskir at melda til fleiri skeið, kann tað gerast undir einu og somu tilmelding.

Ymiskir kostnaðir eru fyri ymsu skeiðini – kostnaðurin sæst við lýsingina av skeiðnum.

Eru spurningar, ber til at ringja til Bárður Danielsen, kvøldskúlaleiðara, á tlf. 232725.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
08. okt 2026
Stranda kvøldskúli nýggja heimasíðu
07. okt 2026
90 ára føðingardagur
07. okt 2026
Konfimantar í Skála kirkju sunnudagin 11. oktobur kl 11.
06. okt 2026
Avtalan um barna- og ungdóms­tannrøkt endur­nýggjað
06. okt 2026
Støkk-inn koppseting á Strondum
06. okt 2026
Varaleiðari til Lítlafløtt
06. okt 2026
Bárður á Lakjuni á Strondum 
02. okt 2026
Søkt verður eftir starvs­fólki til Lítlafløtt

Send boð til Sjóvar kommunu