Tíðindi
Eitt sindur av hvørjum - nýggjur bóklingur frá Ragnar Danielsen
Um bóklingin skrivar Ragnar soleiðis:
"Heitið ,,Eitt sindur av hvørjum” sipar til, at í bóklinginum eru tekstir, sum spenna yvir fleiri tekstasløg.
Í bóklinginum ferðast vit í lokalum jørðildi, men tað, sum tekstirnir siga frá, nýtist ikki at vera staðbundið.
Ongin tekstur er einans bygdur á hugflogið við fiktivum nøvnum og støðum.
Í tekstunum eru persónar, sum antin liva sítt fríska lív ella liggja væl kjølfestir í minninum á bygdarfólkinum.
Vit eru í tí, ið er, og í løtum hoyrist bergmálið frá tí, ið var.
Vit gleðast við teimum eydnusomu, vit gráta við teimum, sum syrgja.
Lívið er vert at liva.
Og lívsins margfeldi er vert at siga frá."
Bóklingurin, sum er 52 síður, verður at fáa í Stranda Centrum fríggjadagin 16. oktober og mánadagin 19. oktober verður hann í bókabúðunum.