Tíðindi

06. okt 2026

Avtalan um barna- og ungdómstannrøkt endurnýggjað

Sjóvar kommuna hevur avtalu við Sp/f Tannfegin um tannrøkt hjá børnum og ungum, sum búgva í kommununi. Avtalan, sum fyrstu ferð varð undirskrivað í 2021, gekk út í summar, og nú er hon undirskrivað fyri fimm ár afturat. 

Kommununi áliggur at geva øllum børnum og ungum undir 18 ár, sum eru innskrivað í fólkayvirlitinum í kommununi, og sum lúka treytirnar fyri at fáa tannrøkt eftir hesi avtalu, kunning um, hvussu tannrøktin í kommununi er skipað. 

Avtalan er galdandi fyri børn og ung undir 18 ár. Er viðgerð byrjað áðrenn barnið fyllir 18 ár men ikki liðug, er avtalan galdandi til henda viðgerð er liðug. 

Bráfeingis og bráðneyðug viðgerð kann verða gjørd hjá øðrum tannlæknum, um tannlæknin, avtalan er við, ikki er at hitta. Øll onnur viðgerð, sum møguliga verður gjørd hjá øðrum tannlæknum, fellur uttan fyri skipanina í hesi avtalu.

Tannlæknin kannar børnini/tey ungu, viðger og ger fyribyrgjandi viðgerð tá neyðugt er, ásett eftir fakligum og heilsuligum metingarstøði, tó minst ein ferð um árið. 

Tannlæknin bindur seg til, at øll børn verða kannað av sertannlækna í tannrætting við atliti at vakstrar- og bitskeivleikum og skeivari tannstøðu. Tey børn, sum lúka treytirnar í kunngerðini um kommunala barna- og ungdómstannrøkt, fáa tilboð um viðgerð. Sertannlæknin í tannrætting hevur ábyrgd av, at kannað og viðgjørt verður eiftir kunngerðini. 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
06. okt 2026
Avtalan um barna- og ungdóms­tannrøkt endur­nýggjað
06. okt 2026
Støkk-inn koppseting á Strondum
06. okt 2026
Varaleiðari til Lítlafløtt
06. okt 2026
Bárður á Lakjuni á Strondum 
02. okt 2026
Søkt verður eftir starvs­fólki til Lítlafløtt
28. sep 2026
Sjómansk­vinnu­ringu­rin byrjar aftur
25. sep 2026
Tónleika-Kafé
25. sep 2026
Kommunustýrisfundur 24.09.2026

Send boð til Sjóvar kommunu