Tíðindi

06. okt 2026

Varaleiðari til Lítlafløtt

Søkt verður eftir avloysara fyri varaleiðara í farloyvi at byrja 1. nov. ella eftir nærri avtalu.

Starvið er tíðaravmarkað frá 1. nov. 2026 til 31. okt. 2027.

Varaleiðarin hevur dagligu leiðsluna í frítíðarstovuni. Í frítíðarstovuni eru børn í aldrinum 5-6 ár, fyrsti og annar flokkur.

Vit vænta at tú:
- hevur hug og árræði at taka lut í leiðsluni av stovninum
- kann arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
- hevur góð evni at umstilla teg í einum broytiligum umhvørvi
- við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum, hevur árræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerðandisdag

Tað er ein treyt, at varaleiðarin er útbúgvin námsfrøðingur.

Arbeiðstíðin verður 30 tímar um vikuna, og roknast kann við, at tú onkuntíð skal røkja námsfrøðiligt arbeiði á eini stovu.

Vit bjóða eitt sjálvstøðugt og áhugavert starv:
- har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi á einum stovni har karmarnir inni og út eru sera góðir.
- har tú saman við dugnaligum starvsfeløgum ert við til at menna tað námsfrøðiliga umhvørvi
- har trivnaður, umsorgan, nærvera og menning eru í hásæti

Setanarviðurskifti:
Starvstíðin verður 30 tímar um vikuna, og verður lønt eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

Vilt tú vita meira um starvið, er tú vælkomin at ringja til Sóleyð D. Joensen dagstovnaleiðara, á tlf. 232747.
Kunning um stovnin fært tú við at vitja heimasíðu okkara www.litliflottur.fo

Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 20. oktober,
kl. 12:00, og sendast til Sjóvar kommunu: sjk@sjovar.fo ella:

Sjóvar kommuna
Skúlavegur 10
490  Strendur

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
06. okt 2026
Avtalan um barna- og ungdóms­tannrøkt endur­nýggjað
06. okt 2026
Støkk-inn koppseting á Strondum
06. okt 2026
Varaleiðari til Lítlafløtt
06. okt 2026
Bárður á Lakjuni á Strondum 
02. okt 2026
Søkt verður eftir starvs­fólki til Lítlafløtt
28. sep 2026
Sjómansk­vinnu­ringu­rin byrjar aftur
25. sep 2026
Tónleika-Kafé
25. sep 2026
Kommunustýrisfundur 24.09.2026

Send boð til Sjóvar kommunu