Tíðindi

06. okt 2026

Bárður á Lakjuni á Strondum 

Bárður á Lakjuni er ein sermerkt rødd á føroyska tónleikapallinum. Við sínum heita og inniliga framførsluhátti skapar hann eina nærveru, sum røkkur beint inn til hjartað. Á hesari stovukonsertini sleppa áhoyrarar at uppliva sangir í hugnaligum og intimum kørmum, har tónleikurin fær rúm at anda og liva. 

Hetta verður ein løta við nærleika, reflektión og vøkrum tónum, framførd av einum listamanni, sum megnar at sameina dýpd, trúvirði og musikalskan førleika á serstakan hátt.

Eftir framførðsluna fer Birgir Kruse at hava eina samrøðu við Bárð. Prátið verður tikið uppá á video og lagt út á ymsar SoMe platformar eitt nú Facebook og Youtube. Framførðslan verður ikki tikin uppá!

Tiltakið verður í hølunum hjá Strandamáling, í tí høli sum fyrr var kafé, men sum nú er gjørt til eitt mentanarstað. Formatið skapar eitt fjálgt og persónligt rúm, har sangarin/listafólkið eisini framførir í tættari nærveru við náttúrina.

Vit hava eitt høli, sum fyrr var kafé, sum vit hava gjørt til eitt mentanarstað, har vit eisini upptaka podcastar/vodcastar. Formatið skapar eitt fjálgt og persónligt rúm, har sangarin/listafólkið eisini framførir í tættari nærveru við náttúrina. Kaffi/te og okkurt søtt er íroknað atgongumerkinum.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
06. okt 2026
Bárður á Lakjuni á Strondum 
02. okt 2026
Søkt verður eftir starvs­fólki til Lítlafløtt
28. sep 2026
Sjómansk­vinnu­ringu­rin byrjar aftur
25. sep 2026
Tónleika-Kafé
25. sep 2026
Kommunustýrisfundur 24.09.2026
23. sep 2026
Talvvenjing byrjar aftur
18. sep 2026
Fundur í Tøkni-og Vinnunevnd­ini 14. septembur 2026
18. sep 2026
Fundur í Tøkni-og Vinnunevnd­ini 18.august 2026

Send boð til Sjóvar kommunu