Tíðindi
Støkk-inn koppseting á Strondum
Hósdagin 22.okt. frá kl.13:00 -15:30
Tú kanst koppsetast fyri beinkrím og korona sama dag
Mælt verður til, at hesir bólkar, lata seg koppseta:
- Tey, sum eru 65 ár og eldri
- Fyritíðarpensjónistar (bert beinkrím)
- Tey, sum eru í vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk, um tey fáa smittu
- Tey, sum hava ávísar sjúkur ella niðursetta immunverju
- Húskið hjá teimum, sum eru í serligum vandabólki
- Heilsu og røktarstarvsfólk
- BMI yvir 35
- Barnakonur frá 13. viku
Ert tú í iva, um tú kanst fáa koppsetingina ókeypis, kanst tú venda tær til kommunulæknaviðtaluna á tlf. 477040.
Ert tú undir 65 ár og ikki líkir krøvini fyri ókeypis koppseting ímóti beinkrím, kanst tú gjalda hetta sjálv/ur. Um tú ynskir koppseting ímóti covid19 og ikki líkur krøvini, ber til at venda sær til apoteki.
Hettar er bert fyri sjúklingar sum tilhoyra viðtalu 4 og viðtalu 5
Læknaviðtala 4 og 5 á Strondum