Tíðindi

02. okt 2026

Søkt verður eftir starvsfólki til Lítlafløtt

Lítlifløttur søkir eftir:

- einum námsfrøðingi at arbeiða 30-40 tímar um vikuna, at byrja 1. november 2026, ella eftir nærri avtalu.

- trimum føstum sjúkra- og feriuavloysarum at starvast 30 tímar um vikuna. Avloysararnir koma at starvast í samband við fráveru vegna sjúku, feriu v.m.

Um námsfrøðingar ikki søkja, kann hjálparfólk verða sett tíðaravmarkað.

Á Lítlafløtti fært tú eitt spennandi, mennandi og fjøllbroytt starv saman við góðum starvsfelagum.

Sum námsfrøðilig tiltøk hava vit TRAS, TÍTT og Betri vinir.

Vit ynskja:
- at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
- at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur
- at tú ert nærverandi, kreativ/ur og at tær dámar væl at vera úti
- at tú sært møguleikar og avbjóðingar, sum eru í nærumhvørvinum
- at tú verður við til at mynda og menna okkara námsfrøðiliga umhvørvi
- at tú skilur og tosar føroyskt

Vit bjóða:
- eitt sjálvstøðugt og áhugavert starv, har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi
- eitt starv, har tú saman við dugnaligum starvsfeløgum ert við til at menna tað námsfrøðisliga umhvørvi
- eitt starv, har trivnaður, umsorgan, nærvera og menning eru í hásæti

Setanarviðurskifti:
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært barnaváttanarlógini §4, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

Meira fæst at vita um størvini við at tosa við Sóleyð Debes Joensen, leiðara, á tlf. 232747  

Kunning um stovnin fært tú við at vitja heimasíðu okkara www.litliflottur.fo 

Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. oktober 2026, kl. 12:00 og sendast til: litliflottur@sjovar.fo

 

Dagstovnurin Lítlifløttur
Fløtuvegur 82
490 Strendur

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
09. okt 2026
Loppu­marknaður og kaffisølu á Café Bellu
08. okt 2026
Stranda kvøldskúli nýggja heimasíðu
07. okt 2026
90 ára føðingardagur
07. okt 2026
Konfimantar í Skála kirkju sunnudagin 11. oktobur kl 11.
06. okt 2026
Avtalan um barna- og ungdóms­tannrøkt endur­nýggjað
06. okt 2026
Støkk-inn koppseting á Strondum
06. okt 2026
Varaleiðari til Lítlafløtt
06. okt 2026
Bárður á Lakjuni á Strondum 

Send boð til Sjóvar kommunu