Tíðindi

21. apr 2026

Fundur í Tøkni- og býarskipanarnevndini 20. apríl 2026

 
Fundur í Tøkni- og býarskipanarnevndin 20.04.2026
 
Møtt: Jóhan H Funn, Sandra Ljósá Østerø og Sonni Johansen
Umframt: Hans Anders Jacobsen og Tummas Johannesen
Skrivari:Jóhan Blábjørg
Klokkan:17:00-17:38

Mál nr.: 541-2-2026 Broyting í byggisamtykt fyri matr 109a
 
Reist av:Jan á Argjaboða
Dagf.: 10/4-26
 
Málslýsing:
Eigarnir av matrikkul 109a á Strondum søkja um at fáa broytt byggisamtyktina fyri matr. 109a frá landbúnaðarøkið til bústaðarøkið. Umsøknin er til viðgerðar.
Avgerð: Nevndin mælir til at broyta byggisamtyktina. Tekniska umsitingin arbeiðir víðari við málinum. 


Mál nr.:328-4-2022 Ítróttarhøll
Reist av:Sjóvar kommunu
Dagf.:15/3 2022
 
Málslýsing:
Tilboð er komið um at gera byggiskrá og prosjektering til ítróttarhøll. Tilboðið er til viðgerðar.

Avgerð:Nevndin mælir til at taka av tilboðnum. Lagt fyri kommunustýrið.

Mál nr.:541-1-2026 Íbúðarverkætlanin á Lághálsar
Reist av: Sjóvar kommunu
Dagf.: 30/3-2026


Málslýsing:Samtykt var í kommunustýrinum, at Íbúðarverkætlanin á Lághálsar, skal bjóðast út.

Útbjóðingartilfari skal viðgerast og tillagast.

Avgerð: Útbjóðingartilfari er tillaga, í mun til viðmerkingarnar frá kommunustýrinum.

Tilfari verður lagt alment út.

Mál nr.:541-5-2021 Nýggj útstykking við Nónvarða sethús
 
Reist av:Sjóvar kommunu
Dagf.:20/5-2025
Málslýsing:                                                                                                                                                                      Samtykt var í februar, at broyta byggisamtiktina fyri økið niðanfyri Nónvarða.

Samtyktin hevur nú ligið frammi í 6 vikur, og er eitt skriv er komið frá borgarum í økinum, við áheitan um at gera broytingar.

Skrivið er til viðgerðar.


Avgerð:
Nevndin mælir til ikki at gera fleiri broytingar í byggisamtyktini, grunda á at tað er tikið hædd fyri, at grannarnir eru ávirkaðir minst møguligt. Lagt fyri kommunustýrið

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
24. jun 2026
Team Rynkeby vitjar á Strondum
23. jun 2026
Kommunustýrisfundur 18.06.2026
23. jun 2026
Søkt verður eftir vaskifólki
22. jun 2026
90 ára føðingardagur
22. jun 2026
Tilmæli um at kókað vatni Innan Glyvur
19. jun 2026
Ung í arbeiði 2026
19. jun 2026
Í næstu viku (viku 26) tømir reinsi­tænastan hjá IRF rottangar Innan Glyvur
17. jun 2026
Eingin svimjing í dag

Send boð til Sjóvar kommunu