Tíðindi

13. mar 2026

”Saman um bygdina” – Nýggj stuðulsskipan til smærri alment gagnligar verkætlanir

Sum nakað nýtt fer Sjóvar kommuna at skipa fyri átakinum ”Saman um bygdina”.

Talan er um eina stuðulsskipan, sum skal eggja borgarum ella grannaløgum at skipa fyri smærri alment gagnligum verkætlanum.

Søkjast kann um stuðul úr skipanini, og á fíggjarætlanini fyri 2026 eru kr. 100.000 settar av til átakið.

Reglugerð fyri stuðulsskipanina

Kommunustýrið hevur samtykt at geva borgarum í kommununi høvi at søkja um stuðul til ymiskar smærri alment gagnligar verkætlanir í kommununi.

Dømi um smærri verkætlanir kunnu vera:

  • smærri gøtur
  • grøn øki
  • smærri trivnaðarøki

Stuðulin hevur til endamáls at skapa trivnað millum grannaløg og at eggja borgarum at fríðka og hugna um í nærumhvørvinum.

Fyri at fáa játtaðan stuðul, skal verkætlanin í minsta lagi:

  • vera almenn gagnlig
  • hava eina kostnaðarmeting
  • hava eina tíðarætlan

Stuðul umfatar tilfar, men ikki arbeiðsløn

Mentanar- og Frítíðtíðarnevndin avgerð hvørjar umsóknir fáa stuðul, og hvussu stuðulin verður býttur millum umsóknirnar.

Umsóknarfreist fyri stuðul í 2026 er 16. apríl. Umsóknin skal sendast til sjk@sjovar.fo.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
27. apr 2026
Kommunustýrisfundur 30. mars 2026
27. apr 2026
Fíggjar­nevndin 27.04.2026
24. apr 2026
Útboð av lendi til fjølbroyttar bústaðir við Lághálsar
24. apr 2026
Barna­verndar­tænastan við Skálafjørðin søkir eftir málsviðgerðum
24. apr 2026
Kommunustýrisfundur 30. apríl
24. apr 2026
Søkt verður eftir fólki til fríðkan
21. apr 2026
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 20. apríl 2026
21. apr 2026
Sjómansk­vinnu­ringu­rin

Send boð til Sjóvar kommunu