Tíðindi

27. apr 2026

Fíggjarnevndin 27.04.2026

Fíggjarnevndin 27.04.2026
Møtt: Hans Anders Jacobsen, Sonni Johansen, Artur Johansen
Skrivari: Julia Kass
Klokkan: 08:00 – 8:50


Mál nr.: 328-4-2022 ítróttarhøll
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Tilboð er komi um at gera byggiskrá og projektering til ítróttarhøll. Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til at taka av tilboðnum.
Avgerð: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&B. Peningur er tøkur á RS-581.
Lagt fyri kommunustýri


Mál nr.: Mánaðarroknskapur mars
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Framløga

Mál nr.: 321-1-2026, umvælingar í skúlanum
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Mentanar- og frítíðarnevndin mælir til at fara í gongd við at umvæla tvær skúlastovur á miðhæddini í gamla skúla. Arbeiðið skal verða liðugt til skúlabyrjan í august.
Nevndin mælir eisini til at heildarætlan verður gjørd fyri Stranda skúla. Mælt verður til at kommunan fær ráðgeving til hesa uppgávu.
Kostnaðarmeting at umvæla tvær skúlastovur: Kr. 300.000, víst verður til konto RS-413.
Lagt fyri figgjarnevndina.
Avgerð: Fíggjarnevndin tekur undir tilmælinum frá M&F. Peningur er tøkur á RS-413. Lagt fyri kommunustýri.

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
21. aug 2026
Diabetes 2 kanningar á Strondum 3. september
18. aug 2026
Stranda musikk­skúli
18. aug 2026
St.Í.F. aðalfund 31. august
14. aug 2026
Nýggja skipanin "kyss og koyr" riggar væl
12. aug 2026
Almenn svimjing byrjar aftur
12. aug 2026
21 spent børn byrjað í fyrsta flokki í dag
12. aug 2026
Bókasavnið letur upp aftur í næstu viku!
11. aug 2026
HG-Fisk á Torginum í Heygsstøð

Send boð til Sjóvar kommunu