Tíðindi
Barnaverndartænastan við Skálafjørðin søkir eftir málsviðgerðum
Barnaverndartænastan við Skálafjørðin søkir eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum málsviðgerum. Talan er um føst størv fulla tíð, við møguleika fyri niðursettari tíð. Størvini eru leys at søkja til setan 1. juli 2026 ella skjótast gjørligt.
Barnaverndartænastan við Skálafjørðin er eitt samstarv millum Nes-, Sjóvar- og Runavíkar kommunu. Vit eru sjey starvsfólk og halda til í hølum á Mýravegi 26 í Runavík.
Í starvinum kanst tú gera veruligan mun fyri børn og familjur í truplum lívsstøðum og samstundis vera partur av einum sterkum fakligum toymi, har samstarv, menning og dygd eru í hásæti. Arbeiðið snýr seg um at tryggja, at børn, sum liva undir umstøðum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa rætta hjálp og umsorgan til røttu tíð.
Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki:
Arbeiðsuppgávur:
· Viðgerð av fráboðanum
· málsviðgerð, kanningar og samrøður við børn og vaksin
· fyrireika mál til viðgerð í Barnaverndarnevndini
· samskipa og samstarva tvørfakliga við aðrar myndugleikar
· vera við í vaktarskipan hjá Barnaverndartænastuni
Krøv til útbúgving og førleikar:
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava:
· Miðallanga útbúgving innan umsorganararbeiði, so sum sosialráðgevi, námsfrøðingur, lærari e.a. Eisini er møguleiki at søkja starvið sum sosialráðgeva lesandi
· Góð samskiftis- og samstarvsevni
· Duga at arbeiða tvørfakligt og at síggja loysnir
· Tola at arbeiða undir trýsti og kunna arbeiða sjálvstøðugt
Fyrimunur er,
· Um umsøkjari hevur viðkomandi royndir
· Megnar at samskifta á enskum
Neyðugt er at hava koyrikort
Ágóðar við starvinum
Vit bjóða
· Eitt arbeiðspláss við ágrýtni og høgari fakligheit
· Fakliga menning á økinum
· Fakliga supervision
· Góðar møguleikar at brúka hugflogið til uppgávuloysnir
· Møguleika at arbeiða við háttalagnum ICS og Signs of Safety
Umsókn saman við prógvum og CV skal sendast umvegis starvslýsingina.
Um ikki nóg nógvir umsøkjarar søkja starvið, tilskilar Barnaverndartænastan við Skálafjørðin sær rætt til at søkja av nýggjum.
Løn og setanarviðurskifti eftir sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.
Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Barnaverndartænastan skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Katrin Dam, leiðara fyri Barnaverndartænastuna, á tlf. 237098.
Nes-, Sjóvar- og Runavíkar kommuna samstarva um Barnaverndartænastuna sambært lóg um barnavernd. Í kommununum búgva á leið 7.000 fólk.