Tíðindi

24. apr 2026

Kommunustýrisfundur 30. apríl

 
Kommunustýrisfundur 30.04.2026, kl. 17:00

Mál nr.: ikki mál
Ársroknskapur hjá Roðanum til góðkenningar
Málslýsing: Ársroknskapur hjá Roðanum til góðkenningar
 
Mál nr.: 541-2-2026, broyting í byggisamtykt, matr. 109a
Reist av: Jan á Argjaboða 
Málslýsing: Eigararnir av matr. nr. 109a søkja um at fáa broytt byggisamtyktina fyri økið frá landbúnaðarøki til bústaðarøki. Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til at játta umsóknini. Tekniska umsiting arbeiðir víðari við málinum. Nevndin kunnar um málið á fundinum.

Mál nr.: 328-4-2022, ítróttarhøll
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Tilboð er komi um at gera byggiskrá og projektering til ítróttarhøll. Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til at taka av tilboðnum. Lagt fyri kommunustýrið.

Mál nr.: 541-5-2025, nýggj útstykking við Nónvarða
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Samtykt varð í februar at broyta byggisamtyktina fyri økið niðan fyri Nónvarða. Samtyktin hevur ligið frammi í seks vikur, og tá freistin at viðmerkja var farin, var eitt skriv komið frá borgarum í økinum, við áheitan um at gera broytingar í uppskotinum. Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir frá at gera fleiri broytingar í byggisamtyktini, grundað á, at hædd er tikin fyri, at grannarnir verða ávirkaðir minst møguligt av broytingini. Lagt fyri kommunustýrið.

Mál nr.: 321-1-2026, umvælingar í skúlanum
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Mentanar- og frítíðarnevndin mælir til at fara í gongd við at umvæla tvær skúlastovur á miðhæddini í gamla skúla. Arbeiðið skal verða liðugt til skúlabyrjan í august.
Nevndin mælir eisini til at heildarætlan verður gjørd fyri Stranda skúla. Mælt verður til, at kommunan fær ráðgeving til hesa uppgávu. 
Kostnaðarmeting: kr. 300.000, víst verður til konto RS-413. 
Málið lagt fyri fíggjarnevnd og kommunustýrið

Mál nr. 103-1-2026 verður viðgjørt fyri afturlætnum hurðum.

Mál nr.: 103-1-2026, byggifrøðingur til umsitingina
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Vit hava søkt eftir byggifrøðingi til umsitingina. Setanarnevndin leggur tilmæli fyri kommunustýrið.

 
 
 
 
 
 

 

 

 

 

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
21. apr 2026
Ruskplássið stongt flaggdagin
21. apr 2026
Flaggdagshald á Strondum
24. apr 2026
Barna­verndar­tænastan við Skálafjørðin søkir eftir málsviðgerðum
24. apr 2026
Kommunustýrisfundur 30. apríl
24. apr 2026
Útboð av lendi til fjølbroyttar bústaðir við Lághálsar
24. apr 2026
Søkt verður eftir fólki til fríðkan
21. apr 2026
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 20. apríl 2026
21. apr 2026
Sjómansk­vinnu­ringu­rin

Send boð til Sjóvar kommunu