Tíðindi
Útboð av lendi til fjølbroyttar bústaðir við Lághálsar
Kommunustýrið í Sjóvar kommunu hevur samtykt at gera lendi við Lághálsar á Strondum til fjølbroyttar bústaðir.
Við hesum verður økið ”við Lághálsar” á Strondum bjóða út til íbúðarverkætlan.
Samlaða verkætlanarøkið ”við Lághálsar” er umleið 11.000 fermetrar.
Tað er upp til tey ið bjóða á íbúðarverkætlan, um at koma við uppskoti til eina útstykkingarætlan um hvussu økið og bygningarnir verður skipaðir.
Tey ið koma við boði, skulu gera uppskot til alt økið.
Tað stendur boðgevara frítt at gera av, hvørjari loysn viðvíkjandi eigaraviðurskiftum byggingin verður skipað eftir, eitt nú sum eigara-, luta- ella leigubústaðir. Tað er ábyrgd tilboðsgevarans at fáa í lag loysn, sum á skynsaman hátt kann skipa útleiganina av leigubúeindum, skipa eigara-/lutafelag og/ella sølu av ognunum.
Atkomuvegir til økið verða frá verandi vegi.
Meira kunning um verkætlanina er á hesi leinkju
Spurningar og meira kunning kann fáast við at seta seg í samband við tekniska leiðaran Tummas Johannesen tummas@sjovar.fo tlf 232720
Freistin at lata boð inn er 01.07.2026 kl 12:00