Tíðindi
Fundur í Tøkni- og býarskipanarnevndini 17. februar 2026
Tøkni- og býarskipanarnevndin 17.02.2026
Møtt: Jóhan H Funn, Sandra Ljósá Østerø, Artur Johansen
Umframt: Hans Anders Jacobsen, Tummas Johannesen
Skrivari:Jóhan Blábjørg
Klokkan:17:00-18:50
Viðmerkingar:Sonni hevði ikki møguleika at møta. Artur bleiv innkallaður
Mál nr.:541-05-2025 Nýggja útstykkingin til sethús við Nónvarða
Reist av:Sjóvar kommunu
Dagf.:20/2-2025
Málslýsing: Ætlaða nýggja útstykkingin við Nónvarða er tekna og projektera. Gongdin at fáa keypt meira økið frá Jarðargrunninum er í gongd.
Fyri at kunna leggja 234 og 373c saman, og fyri at forstýra grannarnar minst møguligt, er uppskot gjørd til nýggja byggisamtykt B11, fyri økið.
Nevndin skal tí viðgera uppskotið um byggisamtykt.
Avgerð: Nevndin mælir til at samtykkja uppskotið við smávegis viðmerkingum.
Mál nr.:541-14-2025 Broyta byggisamtykt á matr 234a til íbúðarøkið (Lágahálsi)
Reist av:Sjóvar kommunu
Dagf.:14/11-2025
Málslýsing: Samtykt er at økið við ‘Lágháls’ (omanfyri fiskastykkini) skal vera íbúðarøkið.
Neyðugt er tí at broyta byggisamtyktina fyri økið.
Viðgerast skal um uppskotið til byggisamtykt B10.
Avgerð:Arbeiða víðari við málinum.
Mál nr.:215-1-2026 Keyp av matr 755 á Strondum, Fløtuvegur 10
Reist av:Sjóvar kommunu
Dagf.:12/2-2026
Málslýsing: Eigarin av sethúsunum á Fløtuvegi 10 ætlar at selja. Hann hevur boðið kommununi at keypa húsini áðrenn hann setur tey alment til sølu.
Uppskot er um hvat økið kann brúkast til.
Uppskotið er til viðgerðar.
Avgerð: Nevndin mælir til ikki at keypa ognina. Lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr.:215-2-2026 Umvæla garasjuna hja Georg
Reist av:Sjóvar kommunu
Dagf.:12/2- 2026
Málslýsing: Garasjan hjá Georg treingir til at umvælast. Peningur er settur av á fíggjarætlanini fyri 2026 at gera okkurt við garaguna.
Tekniska deild hevur uppskot um hvat kann gerast.
Viðgerast skal hvat er best at gera við garasjuna.
Avgerð: Arbeiða víðari við málinum