Tíðindi

20. nov 2025

Fundur í Tøkni- og býarskipanarnevndini 19. novembur 2025

 
Tøkni- og býarskipanarnevndin 19.11.2025
 
Møtt: Jóhan H Funn, Artur Johansen og Sonni Johansen
 
Umframt: Hans Anders Jacobsen og Tummas Johannesen
Skrivari: Jóhan Blábjørg
Klokkan: 17:00-19:00
Viðmerkingar: Sandra kundi ikki møta, og tí er Artur innkallaður sum varalimur
 
Mál nr.:541-14-2025  Broyta byggisamtykt á matr 373a (við Nónvarða)
 
Reist av: Sjóvar kommunu
Dagf.:14/11-2025
 
Málslýsing: Í samband við nýggja útstykkingina við Nónvarða/Tangavegnum hava vit søkt Búnaðarstovuna um keyp av 2900m2 av matr 373a. 

Fyri at kunna leggja keypta økið av nr 373a saman við matr 234a má byggisamtyktin fyri hetta økið broytast frá B til B5. 

Viðgerast skal, um byggisamtyktin skal broytast.
Avgerð: Arbeiða víðari við málinum

Mál nr.:542-11-2025  Mekon, umsókn um byggiloyvi, matr. nr. 79bs og 79bt
 
Reist av:Mekon
Dagf.:18/6-2025 
Málslýsing:Fyri at gera bygningin so væl sum gjørligt, so at tað ikki skemmar grannar o.a, er ynski um, at geva frávik til bygning á Matr.nr 79bt (niðaru íbúðirnar) , um at byggja nærri koyrivegi á norðaru síðu.
Avgerð: Nevndin viðmælir at geva frávik, til at byggja nærri koyrivegi. Lagt fyri kommunustýrið

Mál nr.:541-5-2025 Nýggj útstykking við Nónvarða
 
Reist av: Sjóvar kommunu
Dagf.:20/2-2025
Málslýsing:Samtykt er at niðasti partur av økinum við Nónvarða skal gerast til íbúðarøkið.
Fyri at hetta skal kunna gerast, uttan at ávirka grannalagið ov nógv, mugu vit hava serstaka byggisamtyktin fyri part av matr 234a.
Uppskotið til serstaka byggisamtykt skal viðgerast.
Avgerð:Arbeiða víðari við málinum. 
 

Mál nr.:541-12-2025 Broyta byggisamtykt til deiling av sethúsum millum hæddir.
 
Reist av:Sjóvar kommuna
Málslýsing:Í almennu byggisamtyktini  §3 stk 1. Punkt b stendur.  "Bert ein sjálvstøðugur bústaður kann vera á hvørjum matrikkulnummari" 

Hendan orðingin gevur avbjóðingar fyri tey sum ynskja at byggja hús við fleiri hæddum á matrikklinum, og síðani deila húsi vatnrætt í fleiri matrikklar.

Uppskot er tí um at broyta tekstin til niðanfyristandandi. 

 " § 3. Stk 1, punkt b “Treyt fyri sundurbýti av matriklum í tveir ella fleiri matriklar til íbúðarlíknandi bygging, er, at hesir verða skipaðir í eigarafelag til umsiting av felagsatlitlum s.s. uttandura viðlíkahaldi og skilhaldi, og at vera eigarana umboð viðvíkjandi hesum atlitum mótvegis viðkomandi mynduleikum. Viðtøkur eigarfelagsins skulu fyriliggja góðkendar av byggimyndugleikanum áðrenn byggiloyvi kann útskrivast."

Viðgerast skal um um uppskotið til broytingar í orðingini.
Avgerð:Nevndin mælir til at fylgja tilmælinum. Lagt fyri kommunustýrið.

Mál nr.:542-22-2025 umsókn um byggiloyvi til íbúðir, matr. nr. 613a
 
Reist av:HVT
Dagf.:31/10-2025
 
Málslýsing: Fyri at fáa mest burturúr íbúðarbyggingini á Dávagerði, og at fáa p-plássi at passa til, er ynski um at gera frávik um frástøðu til mark við skúlagøtu, og harvið byggja tættari enn 5 m sum er ásett í reglunum.

Ynski er at fáa loyvi at byggja 4,67 m frá marki við kommunuskrivstovuna.

Viðgerast skal um frávik skal gevast. (Sí eisini “Tilmæli til frávik” í journalinum)
Avgerð: Nevndin mælir til ikki at at geva frávik. 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
18. nov 2025
Jólatræið á Strondum verður tendrað
20. nov 2025
Broyting í byggisamtykt í Kolbeinagjógv
20. nov 2025
Kommunustýrisfundur 24. nov., kl. 17
20. nov 2025
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 19. novembur 2025
19. nov 2025
Føroya Politi venjingar á Selatrað
19. nov 2025
Landsliðið vitjað Stranda skúla
19. nov 2025
Ungdómsguds­tænasta 22. nov.
19. nov 2025
Eldraguds­tænasta 20. nov.

Send boð til Sjóvar kommunu