Tíðindi

17. sep 2025

Fundur í Tøkni- og býarskipanarnevndini 16.09.2025

 
Tøkni- og býarskipanarnevndin    16.09.2025
 
Møtt: Jóhan H. Funn, Sandra Ljósá Østerø og Sonni Johansen
Umframt: Hans Anders Jacobsen, Tummas Johannesen
Skrivari: Anna Joensen
Klokkan: 17:00-18:35

Mál nr.: 542-6-2024 mála skúlan                       
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Biðið er um tilboð at mála nýggja klædningin, úthangi og eystaru síðu á skúlanum.

Avgerð: Tvey tilboð er komin inn. Samtykt at taka av øðrum tilboðnum. Peningur er tøkur á kto.  RS-413. Lagt fyri fíggjarnevnd. 

Mál nr.: 540-4-2025 Heilsumiðstøðin
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Biðið er um tilboð, um at reinsa og mála takið á heilsumiðstøðini.

Avgerð:
Tvey tilboð eru komin inn. Nevndin mælir til at taka av lægra tilboðnum. Neyðugt verður við eykajáttan. Lagt fyri fíggjarnevndina. 

Mál nr.: 540-5-2025 Keyp av kavabili
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Tørvur er á nýggjum arbeiðs/kavabili. Tilboð eru komin inn um at keypa bil.

Avgerð: Vit hava fingið prís uppá tríggjar bilar. Nevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá tekniska leiðaranum. Víst verður til kto. 691. Mælt verður til at keypa plógv til bilin. Lagt fyri fíggjarnevndina.

Mál nr.: 541-11-2025 Umsókn um broyting í byggisamtyktini
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Umsókn er komin um at broyta byggisamtyktina fyri part av matr 245 í Kolbeinagjógv, frá k-øki (landbúnaður) til G-øki (neystaøki)

Avgerð: Nevndin er sinnað at játta umsóknini. Málið verður tikið upp aftur tá tað er klárt.
 

Mál nr.: 3010-6-2025 Ampi av ferðslu Innan Glyvur
Reist av: Døgg Nónsgjógv 
Málslýsing: Borgari hevur boða kommununi frá, um at bilar koyra sera skjótt í Geilini, Innan Glyvur.

Avgerð: Samtykt at seta eitt ferðsluskelti “30 km/t sona”, og “børn spæla” í Geilini. Umsitingin avgreiðir málið.

 
 
 
 
 
 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
11. mar 2026
Fríðuf­løtur stongdur mikudagin kl 8:30-10:30
06. mar 2026
Vallistar
06. mar 2026
Ástaðarfundur um minnisstei­nar í Kolbeinagjógv
06. mar 2026
Havnaútbyggingin á Hulki
05. mar 2026
StÍF skipar fyri vørutombola og eydnuhjóli
02. mar 2026
Handahornið, í bygdahúsi­num týskvøldið 10. mars
02. mar 2026
Broyting í byggisamtykt fyri økið við Nónvarða
27. feb 2026
Fundur í Vinnu- og Umhvørvis­nevnd­ini 5. februar 2026

Send boð til Sjóvar kommunu